Eftir átta ár gevst Lars Olsen sum landsliðsvenjari hjá føroyska A-landsliðnum. Hesum boðaði hann frá á tíðindafundi í FSF-húsinum fyrrapartin. Ein tíðindafundur, har hópurin til næstu EM-undankappingardystirnar varð kunngjørdur, men tá tað varð avgreitt, fór Lars Olsen víðari “til nakað annað”, sum hann orðaði seg.
“Nakað annað” var, at hann ikki heldur fram sum landsliðsvenjari.
- Eftir hvønn dyst vit hava spælt hugsi eg um dystirnar, og síðsta árið havi eg ikki sæð nakra framgongd. Úrslitini hava ikki verið góð. Vit hava spælt seks undankappingardystir og latið fýra ferðir fýra mál inn, segði Lars Olsen.
- Síðani dystirnar móti Noreg og Spania havi eg verið í iva um eg skuldi halda fram í Føroyum. Samstundis havi eg fornemmað at leiðslan í FSF hevur hildið tað sama, og ynskja nýtt blóð á venjarapostinum, segði fráfarandi landsliðsvenjarin.
(Mynd: Sverri Egholm)
Lars Olsen lat væl at Føroyum og føroyingum. Hann sigur, at hann dámt øgiliga væl her, og hevur verið stoltur at umboða Føroyar í Evropa.
FSF skal nú út at leita eftir nýggjum landsliðsvenjara. Leysasøgur hava verið um danan Bo Henriksen sum er venjari hjá AC Horsens og um Heimir Guðjónsson, venjara hjá HB.
Hetta verður tó ikki síðstu ferð vit sóu Lars Olsen. Enn hevur hann fýra dystir eftir fyri Føroyar, og skal sostatt taka enn ein hóp út.
Hópurin til dystirnar móti Rumenia og Malta er hesin:
Málverjar
Gunnar Nielsen
Kristian Joensen
Teitur Matras Gestsson
Verjuspælarar
Atli Gregersen
Viljormur í Heiðunum Davidsen
Gilli Rólantsson Sørensen
Magnus Egilsson
Jóannes Kalsø Danielsen
Heini Vatnsdal
Rógvi Baldvinsson
Andrias Høgnason Eriksen
Ári Mohr Jónsson
Miðvallarar
Eli Falkvard Nielsen
Hallur Hansson
Brandur Hendriksson Olsen
Árni Frederiksberg
Sølvi Vatnhamar
Jóannes Bjartalíð
Kaj Leo í Bartalsstovu
Adrian Rúnason Justinussen
Framherjar
Jóan Símun Edmundsson
Klæmint Andrasson Olsen
Patrik Johannesen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald