Fótbóltur

- Kann siga at vit eru favorittar at vinna Betrideildina

Hetta sigur Jesper Brinck hjá KÍ við stóru donsku heimasíðuna bold.dk, ið vísir føroyska stórsteypadystunum stóran ans. Mathias Nygaard hjá HB vil vera við, at teir í reyðum og svørtum vóru betra liðið týskvøldið á Tórsvølli.

Jesper Brinck í stórsteypadystinum. Hann sigur, at KÍ hevur stóra mentala styrki, nógva góðsku í hópinu, og at teir eru svangir eftir at vinna meira (Mynd: Sverri Egholm)

Jesper Brinck í stórsteypadystinum. Hann sigur, at KÍ hevur stóra mentala styrki, nógva góðsku í hópinu, og at teir eru svangir eftir at vinna meira (Mynd: Sverri Egholm)

2020-03-07 14:06 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í samband við at stórsteypadysturin var týskvøldið og at Betrideildin byrjar í vikuskiftinum hevur bold.dk tosað við ein dana hjá KÍ og ein hjá HB:

 - Tá tað var 1-0 til HB komu nakrar útskiftingar. vit broyttu leiksleikan og funnu nøkur eyka prosent. Tað var ein reaktión, ið eisini eyðkendi okkum í fjør. Vit eru góðir til at halda høvdið kalt, tá vit eru aftanfyri. Og vit byrja ikki at stressa yvir, hvat støðan, men vit trúgva á okkara ætlan. og vit finna amboðini  fram fyri at koma aftur.

[object Object]
Jesper Brinck hyggur at, meðan frálíka skotið hjá Adrian Rúnason Justinussen fer í málið (Mynd: Sverri Egholm)

Hetta sigur Jesper Brinck, ið nú er farin undir sítt annað ár í KÍ. 30-ára gamli verjuleikarin kom á Ársins lið í fjør, og fegnast um sigurin týskvøldið og styrkina ið liðið vísti: 

- Eg trúði, at vit skuldu spæla longda leiktíð, men so segði dómarin, at vit skuldu til brotssparskapping. Vit fara eftir at vinna, alt sum vit luttaka í. So hetta var rætta byrjanin uppá kappingarárið, og tað gevur okkum viðrák til komandi dystirnar.

[object Object]
Brinck saman við málskjúttanum hjá KÍ í stórsteypadystinum, Ole Erik Midtskogen, ið er nýggjur í felagnum (Mynd: Sverri Egholm)

Brinck er ikki bangin fyri at siga, at KÍ er faovittur at lyfta steypið aftur í oktober. Hann ásannar tó samstundis, at kappingin er sera hørð.

- Eg haldi, at man kann siga, at vit eru favorittar at vinna deildina. Vit hava eitt sera gott lið, seta okkum allatíðina nýggj mál og skilja væl hvussu tað skal spælast. Vit verða í øllum førum eitt av liðunum, ið koma at kappast í oddinum, men kappingin er hørð. Liðini hava styrkt seg væl, og tað er jú nógv uppá spæl í mun til at røkka evropeisku plássini.

Millum annað nevndir Brinck liðið hjá HB við nýggja venjaranum Jens Berthel Askou, sum eitt av sterkaru liðunum. 

Í summar skulu Brinck og KÍ spæla Champions League, og tað gleðir verjuleikari seg nógv til:

- Tað er nakað, sum allir í hópinum gleða seg til. Tað er fantastiskt at fáa møguleikan fyri tí, og hjá mær lá tað ikki ó kortunum, tá eg fyri tveimum árum síðani spældi í Brabrand í 2.division (triðjbestu  donsku deildini) Champions League er nakað serligt, og evropeiskir dystir eru ein sonn uppliving.

Sterki miðverjin, ið gerst 31 í komandi viku, sigur, at hann hyggur eitt ár fram í senn viðvíkjandi síni fótbóltsleið. Hann hevur sáttmála fyri 2020 við KÍ.

[object Object]
Mathias nygaard í sínum fyrsta almenna HB-dysti. Hann er vónbrotin yvir tapið fyri KÍ, men gleðir seg at møta arvafíggindanum aftur (Mynd: Sverri Egholm)

Mathias Nygaard, Mikkel Frankoch og Delphin Tshiembe. Tað eru nýggju danirnir í hópinum hjá HB, ið danski venjarin Jens Berthel Askou.hevur heintað til felagið

Tann fyrst nevndi iðrar seg um tapið fyri KÍ í stórsteypadystinum týskvøldið:

- Tað var á ein hátt ein javnur dystur uttan so nógvar málmøguleikar, men vit vóru í stórum løtum betri, føli eg. Tí kennist tað løgið at tapa eftir brotssparkskapping, og tað er sjálvandi ongantíð stuttligt at tapa – serliga tá tað er eitt steyp, sum man gjarna vil vinna

[object Object]
Jens Berthel Askou er nýggjur venjari í HB. Hann hevur milum annað fingið Mathias Nygaard til landið - liðið fer eftir at vinna steypini sum eru, hevur venjarin sagt (Mynd: Sverri Egholm)

24-ára gamli miðvallarin lýsir munin millum KÍ og HB, og er uppsettir uppá at basa føroyameistarunum næstu ferð: 

- Nú hyggja vit frameftir og gleða okkum til fyrsta dystin í landskappingini, ið vit skulu vinna. Og so gleða vit okkum at møta KÍ aftur og seta eina striku undir, hvat tað betra liðið er. Tað sást í stórsteypadystinum, at liðini hava nógva virðing fyri hvørjum øðrum, men tað var munur á leikhátti. KÍ stillaði seg sera lágt, og tað var torført at bróta ígjøgnum. Vit trýstu høgt og ágangandi, og fingu harvið tarnað teirra uppspæli væl, so teir ikki komu til so nógv.

Hetta var fyrsti almenni dystur hjá 24-ára gamla miðvallaranum hjá HB.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder