Føroyska A-landsliðið hjá monnum hevði fyrrapartin sína seinastu venjing undan EM-undankappingardystinum móti Svøríki á Tórsvølli.
Eftir venjingina var tíðindafundur í B36-húsinum. Landsliðvenjarin Lars Olsen segði, at lagið í hópinum var gott, og leikararnir vóru væl fyri og spentir til dystin.
Lars Olsen (Mynd: Sverri Egholm)
58-ára gamli danin vísti eisini á, at Svøríki líkjist Norra í leikhátti:
- Eg kenni væl svenska liðið, og stílurin minnir um hann hjá Norra, ið vit spældu ein sera góðan dyst ímóti seinast. Tíverri fingu vit ikki stig burturúr tí.
Atli Gregersen (Mynd: Sverri Egholm)
Atli Gregersen endurtók boðskapin um, at teir á føroyska liðnum gleða seg til uppgávuna, og hann segði, at teir skuldu royna at halda stigini í Føroyum
Portalurin spurdi Lars Olsen, hvussu støðan var á málmansplássinum, har kappingin tykist at vera harðari enn vanligt. Gunnar Nielsen hevur verið skaddur og ikki spælt síðani í mai, men hevur royndirnar. Teitur Matras Gestsson spældi seinast, og hevur serligar dygdir í spælinum við beinunum. Kristian Joensen tykist at vera í stórform í løtuni:
- Vit hava tosað um tað, áðrenn vit samlaðust. Kappingin hevur verið hørð, og vit hyggja uppá tað í dag og avgera tað seinni, har málverjarnir síðani fáa boðini
Kristian Joensen hevur seinastu mánaðirnar spælt sera væl fyri KÍ (Mynd: Sverri Egholm)
Síðani spurdu vit um Jóan Símun Edmundssson, sum í morgin spælir sín fyrsta landsdyst í næstan 11 mánaðir:
- Hann fer í øllum førum at spæla. Um tað verður sum fremsti maður ella sum álopskendur miðvallari, sum hann hevur spælt nógv í Bielefeld, kann eg ikki avdúka nú. Hann kemur at geva hinum sjálvsálit og gera teir betri, tí hann heldur so væl uppá bóltin og hevur so nógvar dygdir.
Jóan Símun til venjing í gjár (Mynd: Sverri Egholm)
Í kvøld venur svenska liðið, ið kom til Føroyar fyri løtu síðani, á Tórsvølli. Aftaná er tíðindafundur í B36-húsinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald