- Eg kendi væl á mær, at tað reið um snarið, men haldi eisini at man kundi merkja, hvønn veg tað fór, og hvør hevði mest eftir í tanganum. Eg gjørdist ikki "supernervøs", men merkti á mær at eg skuldi taka meg saman og ikki gera nakað mistak fyri at koma víðari.
Soleiðis segði Sverri Sandberg Nielsen við danska TV2 Sport nakað eftir fjórðingsfinaluróðrinum í París fyrrapartin. Har megnaði sterki miðvingurin aftur at rógva seg í eina OL-hálvfinalu.
Sí eisini: Stóð eitt sindur á hjá Sverra
Tað gjørdist tó nakað meira stríggið enn væntað. Nýsælandarin Tom Mackintosh var, ikki óvæntað, stinnur og vann riðilin. Sverri fekk eisini harða kapping um topp-trý við suðuramerikanararnar Cetraro (Uruguay) og Verthein (Brasil).
Cetraro var frammanfyri Sverra størsta partin av róðrinum, og Verthein var leingi í hølinum á føroyingunum. Sverri Sandberg Nielsen viðurkendi eisini eftir róðurin, at teir fyrstu 1000 metrarnir - fyrri helmingur av róðrinum - tóktiskt løgnir.
- Kendist ikki sum eg hevði nóg mikið á ferð í bátinum og fekk nóg mikið burturúr. Hinevgin vóru teir seinastu 1.000 metrarnir góðir, og eg fekk lyft mítt stig og syrgdi fyri, at eg kom víðari.
Endaspurturin hjá Sverra var heilt góður. Hann fór veruliga frá Verthein og yvirhálaði Cetraro í seinastu tøkunum. Harvið endaði 30-ára gamli miðvingurin á 2. plássi, og merkir tað, at hann skal rógva hálvfinalu hósmorgunin 1. august klokkan 8.
Eitt annað jaligt hjá Sverra Sandberg Nielsen í dag var kropsliga støðan. Ryggurin hevur darvað nakað í seinastuni, men hóast hann kendist nakað eymur, tá Sverri vaknaði í morgun, so merkti hann einki undir upphitingini ella undir sjálvari kappingini. Tað kann tó fara at merkjast nakað, tá kroppurin verður veruliga kaldur, segði Sverri at enda við TV2.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald