Fótbóltur

- Nógvir landsdystir í heyst verða helst útsettir

Varaforsetin í FIFA sigur, at stóra óvissan um millum annað ferðing ger, at tað er ósannlíkt, at tað verður spælt nógv altjóða í heyst - í øllum førum frammanfyri áskoðarum.

Føroyska A-landsliðið hjá monnum skal eftir ætlan spæla átta dystir í heyst - millum annað tveir ímóti Malta í Nations League (Mynd: Jens Kr. Vang)

Føroyska A-landsliðið hjá monnum skal eftir ætlan spæla átta dystir í heyst - millum annað tveir ímóti Malta í Nations League (Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-04-14 17:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í fyrstu syftu eru allir landsdystir, sum skuldu verða fram til og við juni útsettir ella avlýstir. 

Les eisini: Soleiðis ávirkar avgerðin hjá UEFA føroysku landsliðini og feløgini

Sum nú er, er landsliðsskráin fyri heyst víðfevnd. Føroyska A-landsliðið hjá monnum skal spæla seks Nations League-dystir og helst tveir venjingardystir. Kvinnulandsliðið og U21 skulu gera sínar EM-undankappingar lidnar, og til tað krevst ávíkavist fimm og seks dystir. 

Victor Montagliani, ið er varaforseti í FIFA og forseti í CONCACAF, norður-og miðamerikonsku fótbóltssamgonguni, ivast tó stórliga í, at Føroyar og onnur lond kunnu dystast hvør ímóti øðrum í heyst.

- Persónliga haldi eg, at tað kanska verður nakað av einari avbjóðing. Ikki bert orsakað av heilsustøðuni í heiminum, og hvussu tey ymisku londini eru til reiðar at lata upp aftur, men eisini tí at tað krevur so nógva ferðing, so skjótt sum vit skulu spæla landsdystir aftur.  

Hetta sigur Montagliani við AP tíðindastovuna. Kanadiumaðurin skal standa á odda fyri einum FIFA-arbeiðsbólki, sum skal handfara tær avleiðingarnar, ið koronastøðan hevur fyri fótbólt, og sum skal leggja eina nýggja ætlan.

Varaforsetin í FIFA vísur á, at heimligu kappingarnar helst fáa hægstu raðfesting komandi mánaðirnar, og at tørvur er á nógvum dagfestingum í heyst, um kappingarárini koma seinni í gongd enn ætlað.

Hetta kann hava við sær, at ætlaðu dystirnir í september, oktober og november verður fluttir, og tað í øllum førum kann væntast, at spælt verður uttan áskoðarar.

Forsetin í FIFA, Gianni Infantino, hevur fyri stuttum ávarað um at byrja ov tíðliga aftur við fótbóltinum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder