Kappróður

- Noyðast at fylgja greiðu tilráðingunum frá Koronaráðgevingini

- Eg fekk sjálv ein skelk, og eg skilji væl, at fólk eru ill og kedd, sigur forkvinnan í Róðrarsambandinum, ið er sera hørm um støðuna..

Annika V. Dalsgarð vísir til heilsufakligu atlitini, ið RSF ikki kann hyggja burtur frá (Mynd: Jens Kr. Vang)

Annika V. Dalsgarð vísir til heilsufakligu atlitini, ið RSF ikki kann hyggja burtur frá (Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-04-21 13:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

 -Avgerðin tekur støði í tilmælunum frá Koronaráðgevingini. Har meta tey ikki, at tað er møguligt at rógva kapp í summar, og hetta kemur greitt fram í svarinum, vit fingu í gjár. Nógv hava verið ótolin eftir at fáa boð, og tí tóku vit avgerðina í gjár. Vit eru ógvuliga hørm um hetta, men føla ikki at vit kunnu hyggja burtur frá ráðunum hjá heilsumyndugleikunum.

Soleiðis tekur Annika V. Dalsgarð saman um avgerðina, sum Róðrarsamband Føroya tók í gjár. Ein avgerð sum hevur skapt undran hjá mongum og ávísa øsing í róðrarumhvørvinum. Orsøkin er, at landsmyndugleikin áðrenn páskir boðaði frá, at ítróttarkappingar kundu byrjað aftur 9. mai. Fótbóltsfeløgini eru nú farin í gongd við at venja við fullum hópum, og Betrideildin hjá monnum byrjar júst 9. Mai. Júst tað at fótbólturin fer í gongd, men at kappróðurin ikki kann, hevur fingið nógv at seta spurnartekin.

- Eg fekk sjálv ein skelk, tá vit fingu boðini frá Koronaráðgevingini “Kann tað passa – tá fótbólturin fer í gongd” Eg skilji tað so væl, at fólk eru ill og kedd - eg eri sjálv ikki komin yvir skelkin. Eg fór í nevndina, tí eg elski kappróður, og eg vildi gera mítt fyri at hjálpa at menna hann. Eg hevði ongantíð ímyndað mær, at eg skuldi verða við til at taka slíka avgerð. Eingin í nevndini er glaður fyri hetta – uppá nakran máta. Hinvegin kunnu vit bert fyrihalda okkum til tilmælini, ið vit so beinleiðis og greitt fáa – vit kunnu ikki ganga ímóti teimum.

Les eisini: 
Eingin kappróður í ár
Savna undirskriftir fyri at mótmæla avgerðini um kappróðurin í summar
Kjak: Kappróðurin avlýstur - men fótbólturin kann halda fram


Tað frustrerar tó forkvinnuna í Róðrarsambandinum, at samsvar ikki er á ymsum økjum:

- Tað er greitt, at heilsumyndugleikin og landsmyndugleikin ikki eru samdir. Løgmaður segði á tíðindafundinum beint áðrenn páskir, at hann onga forðing sær í, at man ikki kann fara at rógva. So verður koronaráðgevingin sett í gongd av landsmyndugleikanum - ein ráðgeving  sum skal hjálpa okkum í gongd. Vit komu við einari vegleiðing um, hvussu man kann halda reinføri í bátunum, hvussu man kann byrja aftur at venja, hvussu ein best kann skipað stevnurnar o.s.fr. Vit høvdu als ikki ímyndað okkum, at svarið frá Koronaráðgevingini var, at rógvarar als ikki sleppa í bátarnar – serliga tí vit nú vita, at fótbóltsleikararnir byrja at venja nú

Greið boð - noyðast at fyrihalda okkum til støðuna

Annika V. Dalsgarð sigur við Portalin, at boðini frá ráðgevingini vóru greið:

- Vit fingu einki uppskot í mun til tillaging. Tað verður bert frámælt at rógva – ógvuliga konkret. Orsøkin er, at smittuvandin heilt einfalt er ov stórur; m.a tí rógvararnir skulu sita so tætt saman, og tí andadrátturin er so kraftmikil í kappróðrarbáti. Tað verður  mælt frá maskum og handskum, ið annars høvdu kunnað hjálpt í hesum førinum, tí tað hevði tarnað rógvarunum ov nógv, at útføra tað sum teir skulu,

Talan er um eina forkvinna, ið er ógvuliga kedd av støðuni, men sum tó vísir á heildarmyndina, ið avgerðin skal síggjast í:

- Vit kunnu spyrja okkum sjálvi: Hvat er uppá spæl, og hvør er vandin? Støðan viðvíkjandi smittuni er tíbetur góð í Føroyum í løtuni, men vit vita ikki hvat hendir komandi tíðina. Í mun til kappróður skal  hugsast um, at tað eru ikki bert teir sjey, níggju ella ellivu rógvarar, ið verða raktir, um onkur verður smittaður. Tað ávirkar eisini familjuna og arbeiði. Blívur onkur álvarsliga sjúkur, og tað kann sporast aftur til kappróðurin, so er tað nakað, ið vit ikki kunnu liva við. Vit í Ròðrarsambandinum vilja ikki hava tað sitandi , ein avgerð verður tikin, ið kann føra til tað, tí so hava vit ábyrgd av tí – tað er ikki menniskjaliga rætt, hóast vit sera gjarna vilja hava ítróttin í gongd. Tað atliti mugu vit taka við, hóast alt sær gott út nú viðvíkjandi smittuni í Føroyum nú.

Talan er sjálvsagt langt frá einari ynskistøðu:

- Vit høvdu ynskt at tað koyrdi sum vanligt, men tað er bara ikki veruleikin, og tað noyðast vit at fyrihalda okkum til – sjálvt um tað er ógvuliga súrt.

Avleiðingarnar og framtíðin

Hvat merkir hetta so fyri kappróðurin?

-Summi vilja verða við, at talan er um mønustingin. Eg dugi ikki nú at siga, hvussu nógv tað fer at kosta okkum  Vit ynskja ikki, at hetta skal kosta kappróðurin dýrt – í tann mun at hann ikki kann blomstra komandi ár og framyvir. Nú snýr tað sum, at fáa rógvararnar við aftur næsta ár. Tað er ein uppgáva, sum vit í Róðrarsambandinum saman við feløgunum skulu lyfta. Í vanligum tíðum hevði tað verið nakað annað, um vit tóku hesa avgerðin. Tey ið rógva hava fáar ítróttargreinar at velja komandi tíðina. Vit upplivdu stuðul í samskiftinum við feløgini í gjár – tó er tað ikki eitt feløg, sum heldir at hetta er ein góð avgerð fyri kappróðurin. Nú skulu vit arbeiða víðari saman útfrá hesum fortreytunum.

Fíggjarligu avleiðingarnar?

- Øll koronatíðin í Føroyum hevur kostað feløgunum pening. Feløg hava verið noydd til at steingja venjingarhølir, at støðga limagjøldum, og at stevnurnar ikki verða ger, at vit missa eina rúgvu av inntøkum.

Sum nú er, helt Róðrarsambandið at tað einki annað val var. Um støðan broytist um eina tíð, skal nýggj støða takast:

- Vit vórðu noydd at taka avgerð útfrá støðuni, sum hon er nú og útfrá teimum tilráðingunum, ið vit hava fingið. Um støðan broytist um eina tíð, og nýggj tilmæli koma, so skulu vit sum Róðrarsamband taka eina nýggja avgerð. Men tað, sum vit nú hava fingið at vita, er, at eingin bátur burdi verið flotaður hetta kappingarárið, sigur Annika V. Dalsgarð at enda


 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder