Koronaráðgevingin metir ikki, at tað er møguligt at rógva kapp á tryggan hátt út frá einum heilsufrøðiligum sjónarmiði í koronatíðum. Tískil hevur Róðrarsambandið avgjørt, at skipað verður ikki fyri FM kappróðri í ár.
Kappróðrarfeløgini taka undir við avgerðini hjá Róðrarsambandi Føroya.
- Fjarstøðan millum bekkirnar er ov stutt og andingin hjá rógvarunum av góðum grundum stór og kraftmikil. Hetta hevur við sær, at eitt felagsútandingarsirm vil liggja um bátin, so allir rógvarar eru í smittuvanda. Mett verður ikki, at møguleikar eru fyri vernarátøkum so sum maskum og handskum. Koronaráðgevingin mælir tí frá at rógva kapp í ár, stendur í boðunum.
Fyrsti FM-róðurin skuldi vera 6. juni, tá Norðoyastevna er í Klaksvík.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald