Í gjárkvøldið boðaði Róðrarsamband Føroya frá, at at eingin kappróður verður í summar. Hetta kemst av, at Koronaráðgevingin metir, at tað ikki er møguligt at rógva kapp á tryggan hátt útfrá einum heilsufrøðiligum sjónarmiði í koronatíðum.
Les meira: Eingin kappróður í ár
Róðrarsamband Føroya skrivar millum annað í fráboðanini, ið kann lesast her, at feløgini tóku undir við avgerðini.
Tó hevur verið nógv ónøgd at síggja á millum annað bólkinum kappróðrarkjak á Facebook, har spurnartekin millum annað verður sett við, um tað ikki er ov tíðliga at rógva, og hví tað ber til at byrja at spæla fótbólt nú, men tað ikki ber til at rógva í summar.
Kjak: Kappróðurin avlýstur: Men fótbólturin kann halda fram
Tað er eisini undir yvirskriftini: "Kappróður er avlýstur... men fótbólturin byrjar!?", at ungi rógvarin Niels Áki Mørk byrjar sítt skriv á Facebook, har hann millum annað vísir á hesi tingini:
- Fyri tað fyrsta skal fótbólturin byrja aftur 9. mai, har ímóti kappróður er ikki fyri enn 6. Juni, og vit hava 7 stevnur. Í fótbóltinum spæla teir eitt kappingarár uppá 27 dystir!
- Gevur tað veruliga meining at avlýsa kappróður men at opna restina av samfelagnum?
- Í mínari meining skal kappróðurin ikki avlýsast (enn). Um tað versnar so taka vit tað harfrá, men sum tølini síggja út nú, er tað gott um 1-2 mánaðir tá stevnur eru, og ber tað tí væl til at halda stevnur. Man kundi eisini minka stevnurnar til fimm ella har um.
- Hetta virkuliga drepur hugin hjá okkum rógvarum, sum elska okkar tjóðarítrótt sum liggur til at fella burtur
Uppslagið er deilt nógv á Facebook. Skrivið er gjørt í samband við eina innsavnan av undirskriftum, sum Niels Áki hevur gjørt.
Innsavnanin sæst her. Hon hevur í skrivandi stund fingið 228 undirskriftir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald