
Gibraltar, Portalurin: Dysturin í morgin verður altjóða skrásetti landsdystur nummar 100 fyri manslandsliðið hjá Gibraltar og tann fyrsti undankappingardystur í Gibraltar í fýra ár.
- Hetta verður ein stórur dystur fyri okkum. Tað er kanska nakað av trýsti á, men vit eru avslappaðir, seinastu dagarnir hava verið góðir, og vit fara avgjørt eftir sigrinum móti Føroyum.
Hetta staðfestu Scott Wiseman og Nicholas Pozo, ávikavist venjari og spælari, hjá Gibraltar á tíðindafundinum á Europa Point leikvøllinum.
20-ára gamli Nicholas Pozo, sum var í ungdómsdeildini hjá Cadiz. Nú spælir miðvallarin við Lincoln Red Imps, sum sló Víking út í Champions League í summar (Mynd: Sverri Egholm)
Gibraltar tapti 1-0 í venjingardysti fyri Albania hóskvøldið. Tað var her, og tað var eitt avrik, sum teir hjá Gibraltar eru væl nøgdir við - albanar skoraðu málið uppá brotsspark um miðjan 2. hálvleik.
Í mun til dystin í Føroyum í juni (2-1), staðfestir Scott Wiseman, at Føroyar høvdu meira megi og meira at koma við, sum dysturin leið:
- Vit verða ov verjukendir eftir okkara mál í Føroyum og megna ikki at standa ímóti seinastu løtuna. Okkum vantar nakað av megi, meðan føroyingar koyra á, og ter vinna uppiborið.
Tá var heimliga kappingin í Gibraltar ikki í gongd, og síðani hava fleiri hjá Gibraltar spælt fleiri evropeiskar dystir. Hetta kann gera mun hesaferð, staðfesta teir í Gibraltar.
Føroyska trýstið á Gibraltar vaks út á dystin, og tað bar á mál hjá føroyingunum (Mynd: Sverri Egholm)
Sí eisini: Ein øðrvísi uppgáva í øðrvísi umstøðum Føroyar skulu hava stig
Wiseman: - Hiti verður ikki ein trupulleiki fyri Føroyar
Júst orka og umstøðurnar komu á breddan, tá føroysku miðlarnir endiliga sluppu framat - eftir ChatGPT-spurningarnar hjá umboði fyri fótbóltssambandinum í Gibraltar vóru av.
Tróndur Arge úr Kringvarpinum reisti relventa spurningin um, júst munurin í orku millum Føroyar og Gibraltar ikki er útjavnaðir meira nú: Í mun til til at spælararnir hjá Gibraltar eru í kapping, men sanniliga eisini tí tað er væl meira hiti í Gibraltar, og slavnari, enn í Føroyum.
- Í hesum umstøðunum kunnu føroyingarnir ikki trýsta á sama hátt og líka áhaldandi sum á Tórsvølli - er tað ein fyrimunur hjá tykkum
- Haha. Nei, hatta keypi eg ikki heilt, og nú haldi eg kanska, at tú tosar føroysku spælararnar eitt sindur niður. Teir eru júst eyðkendir fyri at vera atletiskir og væl fyri, sigur Scott Wisemann.
Venjarin misskilti helst føroyska tíðindafundin nakað. Men 39-ára gamli Wiseman, ið sjálvur spældi í nógv ár í Onglandi og á landsliðnum, sigur seg hava stóra menning hjá føroyingum seinastu árini.
Annars hava teir hjá Gibraltar ikki hugsavna seg so nógv um føroyingarnar; teir vilja spæla egna spæl og koma longur fram enn seinastu árini.
Á tíðindafundinum - Tað vera upp ímóti 25 hitastigum her í annaðkvøld, og luftin er slavin - tó verður hetta ikki tann sama stóra avbjóðingin sum hjá Víkingi á sama staði mitt í juli (Mynd: Sverri Egholm)
Undankappingin til HM 2026 - Bólkur L
Í morgin, mánadagin 8. september
19.45: Gibraltar - Føroyar
Støðan í bólkinum:
1. Kekkia 12 stig (5 dystir)
2. Kroatia 9 stig (3 dystir)
3. Montenegro 6 stig (4 dystir)
4 Føroyar 3 stig (4 dystir)
5. Gibraltar 0 stig (4 dystir)
FM1 sigur frá dystinum í morgin, og Portalurin hevur blogg og annað av staðnum. Meira av Gibraltar seinni í kvøld
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald