Fótbóltur

- Okkara gentur vóru sera raskar allan dystin

Hetta sigur U15-landsliðsvenjarin, Pauli Poulsen, um avrikið í gjár. Klokkan 11 er næsta uppgáva á skránni í Lettlandi.

Føroyska liðið til dystin í gjár (Mynd: Kristmund Johannesen/FSF)

Føroyska liðið til dystin í gjár (Mynd: Kristmund Johannesen/FSF)

2019-08-23 09:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár spældi føroyska U15-landsliðið við gentum fyrsta dystin í Baltic Cup 2019. Hann var móti Litava, og tað endaði við 2-2 javnleiki.

Les meira: Javnleikur í fyrstu royndini

Høvuðsvenjarin Pauli Poulsen sigur við heimasíðuna hjá FSF, at hann er væl nøgdur við dystin: 

Okkara gentur vóru sera raskar allan dystin. Vit høvdu bóltin nakað meira enn hinar og komu eisini til fleiri málroyndir. Sum fyrireiking til kappingina hava vit eisini vant nógv við, at vit skulu royna at halda upp á bóltin, og tað eydnaðist væl. So eg eri væl nøgdur.

[object Object](Pauli - uttast til vinstru - Mynd: Kristmund Johannesen/FSF)

Longu í morgun skal føroyska liðið aftur í eldin. Hesaferð er mótsstøðuliðið Estland. Føroyska liðið fyrireikaði seg til dystin við einari lættari venjing í gjárkvøldið.

[object Object](Mynd: Kristmund Johannesen/FSF)

Frysta bríksl í Jelgava er klokkan 11.00 føroyska tíð. Til ber at fylgja gongdini á Facebook-síðuni hjá FSF

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder