HSF:
TAKK SONNI OG DIA!
Tað er nú greitt, at dysturin í morgin móti Russlandi er hin seinasti hjá A-landsliðnum hjá monnum við Sonni Larsen, sum høvuðsvenjara, og Dia Midjord, sum hjálparvenjara.
Sáttmálarnir hjá venjaratoyminum ganga út í juni, og verða tað Peter Bredsdorff-Larsen og Lars Møller, sum taka við.
HSF vil takka venjarunum fyri tíðarskeiðið og tað framúr arbeiðið, sum liggur eftir. Dysturin móti Kekkia í gjár prógvar, hvussu langt liðið hevur flutt seg við tykkum við róðrið.
Sonni Denis Vahlgren Larsen kom til Føroyar, at vera venjari í H71 í 2016 og var eisini venjari hjá ungdómslandsliðum fyri HSF fyrstu árini. Sonni vann meistaraheitið við monnunum hjá H71 trý ár á rað, í 2017, 2018 og 2019. Sonni var eisini við U21-landsliðnum til HM í Algeria, har Føroya fekk eitt flott 16. pláss av 24 liðum. A-landsliðið hjá monnum er í dag í stóran mun bygt upp kring hesar leikarar.
Sonni tók við sum A-landsliðsvenjari seint í 2017. Sonni hevur ført liðið ígjøgnum tvær HM-undankappingar og tvær EM-undankappingar. Fyrst við Jeppe Borch sum hjálparvenjara og síðani Dia Midjord. Merkisverd úrslit kunnu nevnast sum javnleikurin móti Montenegro í EM20-undankappingini, sigurin í HM21-undankappingini móti Luksemborg og nú heimasigurin móti Kekkia í EM22-undankappingini. Eitt eru sigrarnir og stigini, eitt annað er, at vit nú síggja okkara landslið fara inn á vøllin til hvønn dystin við andanum og viljanum at vinna, eisini móti stóru hondbóltstjóðunum.
HSF og alt hondbóltsføroyar vil takka venjartoyminum fyri tíðina og takk Sonni fyri títt stóra íkast til føroyskan hondbólt og bestu eydnu framyvir. Vit síggjast!
Dysturin móti Russlandi í morgin er klokkan 17, og verður leiktur í Høllini á Hálsi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald