Annað

– OL hevur mist sín týdning

Kaori Yamaguchi, limur í japansku OL-nevndini, finst hvassliga at IOC fyri ikki at lurta eftir meirilutanum av japanska fólkinum, sum ikki ynskir at halda OL í Tokyo í summar.

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-06-05 14:23 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinastu vikurnar hava nógv gjørt vart við sína ónøgd við Olympisku Leikirnar, sum eftir ætlan skulu fara av bakkastokki í Tokyo 23. juli.

OL skuldi upprunaliga vera á sumri í fjør, men tað var útsett í eitt ár vegna koronu, og fleiri læknar hava eisini mælt til at avlýsa leikirnar í ár, nú Japan er hart rakt av fjórðu koronubylgju.

Millum tey, sum hava gjørt vart við sína ónøgd, er Kaori Yamaguchi, limur í japansku OL-nevndini.

Í klummu í Kyodo News skrivar hon, sambært Ritzau, m.a. soleiðis:

– Hvat verður hetta fyri eitt OL, og hvønn halda vit tað fyri? Leikirnir hava longu mist sín týdning, og verða teir nú hildnir bara fyri at halda teir.

Kaori Yamaguchi finst hvassliga at Altjóða Olympisku Nevndini (IOC) fyri at trýsta OL ígjøgnum.

Nevndin hevur ikki lurtað eftir teimum mongu meiningakanningunum, sum ferð eftir ferð hava víst, at ein stórur meiriluti av japanska fólkinum annaðhvørt ynskir at útseta OL enn einaferð ella at avlýsa tað fullkomiliga, heldur hon.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder