Í seinasta mánaði - stutt eftir kappingarenda - úttalaði Paul Pogba seg um, at hetta var ein góð tíð til at finna eina nýggja avbjóðing. Gitingar hava frammanundan og síðani verið um, at Pogba fer til nýtt felag í summar, har serliga Real Madrid, Barcelona og Juventus hava verið nevnd.
Umboðsmaðurin hjá Pogba, Mono Raiola, hevur nú váttað tíðindini um, at 26-ára gamli leikarin og hann leita eftir einum nýggjum felagið. Nógv umstríddi agenturin sigur við miðlar, at øll í Manchester United vita, at Paul Pogba ynskir at fara víðari. HM-vinnarin var ikki við, tá United í vikuni byrjaði at venja fram ímóti komandi kappingarárið.
Pogba var partur av ungdómsdeildini hjá Manchester United, og eftir fýra ár í Juventus kom miðvallarin aftur til Onglands í 2016. Keypsprísurin var áleið 90 milliónir pund.
Hondbóltur
- Øll í felagnum vita hvat Pogba ynskir
Umboðsmaðurin hjá franska miðvallaranum váttar, at arbeitt verður at finna nýtt felag til Paul Pogba.
Pogba verður allarhelst ikki at síggja í reyðu troyggjuni komandi ár - Mynd: EPA
2019-07-06 16:28
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald