Í gjár varð kunngjørt, at H71-málverjin Pauli Jacobsen í summar skiftir til danskan hondbólt. HØJ stríðist um at koma upp í bestu deildina, og Pauli skal hjálpa í tí stríðnum.
Nú 20-ára gamli hoyvíkingurin var í nøkur ár í ungdómsdeildini hjá Skanderborg í Jútlandi saman við Eliasi á Skipagøtu og Hákun West av Teigum - eitt skifti var hann partur av hópinum hjá besta liðnum. Pauli vendi aftur til barndómsfelagið í 2021, vann greipuna og skifti síðani til franskan hondbólt.
Steðgurin í næstbestu fransku deildini gjørdist ikki langur. Viðurskiftini hjá Paula Jacobsen vóru ikki sum væntað, og seinastu mánaðirnar hevur gávaði málverjin aftur verið aftur í málinum hjá barndómsfelagnum, har hann átti stóran leiklut í steypagullinum í februar.
Sí eisini: Pauli: - FM er tað vit nú fara eftir
Nú, mitt í stríðnum um at koma í FM-finaluna, varð nýggja skiftið kunngjørt á heimasíðuni hjá HØJ Elite. Superveteranurin hjá HØJ Søren Haagen gevst nú, Frank Mikkelsen heldur fram, og so kemur føroyski landsliðsmálverjin afturat.
Høvuðsvenjarin hjá HØJ, Jesper Fredin, lýsir nýggja málverja sín á hendan hátt.
- Pauli er ein sera spennandi ungur málverji, sum vil frameftir í hondbóltsheiminum. Hann hevur hóast sín unga aldur longu altjóða royndir frá bæði næstbestu fronsku deildini og frá føroyska landsliðnum. Hann er dugnaligur tekniskt, er sterkur í reaktiónunum, og hann dugir væl at seta spælið í gongd.
Pauli Jacobsen í A-landsdysti fyri Føroyar. HØJ vísir á altjóða royndirnar, sum ungi hoyvíkingurin longur hevur (Mynd: Sverri Egholm)
Jesper Fredin leggur afturat, at HØJ kann menna unga føroyska málverjan víðari - grundarlagið fyri tí er í øllum førum gott.
- Eg eri heilt vísur í, at Pauli hevur risa menningarmøguleikar, sum vit í HØJ Elite kunnu vera við til at endurloysa. Eg haldi, at við hesum hava eina sera spennandi "málverjuduo".
Pauli Jacobsen segði við Portalin í gjárkvøldið, at talan hevur veirð um eina longri tilgongd, har nógv feløg hava verið í myndini. Málverjin slær eisini fast, at høgu málini hjá HØJ gera mun, og at hann følir, at hann kann mennast við felagnum. Eisini eru viðurskifti uttanfyri vøllin, ið spæla inn - at búgva í Keypmannahavnøkinum gevur millum annað nógvar lestrarmøguleikar.
Rói Berg Hansen hevur seinastu trý árini spælt við HØJ, ið er samanrenning av Ølstykke og Jyllinge. Liðið við føroyska landsliðsvonginum varð í ár júst ov stutt til at at sleppa at spæla um uppflyting til bestu deildina.
Pauli Jacobsen: Føli at eg kann menna meg saman við HØJ
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald