2018-10-24 21:33
Ein av stóru rubrikkunum í kvøld hjá einari av teimum væl vitjaðu heimasíðunum í Danmark sigur “Færøerne i gigantisk sensation”.
Tað er Ekstrablaðið, sum lýsir 24-24 javnleikin, sum føroyska hondbóltslandsliðið hjá monnum megnaði at fáa móti Montenegro í kvøld.
- Í løtuni fegnast vit um hetta. Eingin hevði roknað við stigi her, og als ikki vit sjálvir. Tað er næstan óveruligt, sigur Sonni Larsen, venjari hjá Føroyum, við Ekstrablaðið.
Les eisini: Føroyingar fingu javnleik í seinasta sekundi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald