- Mótstøðan sær rættiliga sterk út. Hetta liðið er uttan iva væl sterkari enn bæði Paide og Haverfordwest. Hjá okkum snýr tað seg fyrst og fremst um at halda teimum frá teimum farligu støðunum, og síðani royna at revsa teir tá vit fáa møguleikarnar. Eydnast hetta væl, vænti eg, at returdysturin í Kroatia verður púra opin.
Soleiðis setur Símun Sólheim orð á heildarmyndina hjá B36 undan dystinum móti HNK Riejka í kvøld. Talan er um fyrra dystin í triðja umfari í Conference League. Í hinum báðum hevur B36 avgjørt tað eftir longda leiktíð á útivølli, og mánakvøldið spældi liðið eisini ein harðan dyst í Sørvági. Bakkurin/miðvallarin staðfestir, at tað er nakað stríggji, men at ein breiður hópur og annað ger, at hetta ikki skal vera nøkur umbering:
- Tær síðstu vikurnar hava verið rættiliga harðar, við m.a. nógvari ferðing, tøttum programmi og longdari leiktíð. Tó so haldi eg, at vit hava ein breiðan hóp, og at vit hava megnað væl at býtt spælitíðina í millum leikararnar. Tí kunnu vit ikki brúka tað sum eina umbering. Tá vit fara á Tórsvøll, vera vit klárir at geva okkum 100 prosent.
Men hvat er tað so, sum Riejka kemur við, og hvat skal B36 serliga gera rætt í kvøld:
- Vit vita at teir eru sera sterkir á bóltinum og hava høgan individuellan kvalitet, serliga á teimum framrættaðu plássunum. Tí hava vit serliga havt fokus á verjupartin, og hvussu vit best halda teimum frá málkjansum. Vit hava sjálvandi eisini hugt at hvørjar veikleikar teir hava í verjupartinum, og hvussu vit kunnu gagnnýta tað til okkara fyrimun.
Símun Sólheim í gjøgnumbroti í fyrra dystinum móti Haverfordwest (Mynd: Sverri Egholm)
Sí eisini: Nú fær B36 eina nakað størri avbjóðing
Riejka vann 6-1 í heimadystinum í síðsta umfari, spælir á grasi og hitin verður helst nógvur í Kroatia næstu tíðina. Heimavøllurin kann havið fáa stóran týdning, og B36 ætlar sær avgjørt at sleppa at spæla móti franska Lille seinni í mánaðinum, staðfestir 22-ára gamli hoyvíkingurin:
- Tað er sera umráðandi at vit fara til Kroatia við einum úrsliti, sum vit kunnu arbeiða við. Tað skal ikki vera nakar ivi um, at vit ætla okkum víðari til playoff dystin móti Lille. Tí hevur tað stóran týdning, at vit fáa eitt gott útgangsstøði til returdystin í komandi viku.
Til seinast spurdu vit Símun Sólheim, sum hevur spælt í øllum tíggju Conference League-dystunum hjá B36 í 2022 og 2023, hvat er so serligt við evropeisku uppgávunum.
- Evropa dystirnir eru uppá nógvar mátar hæddarpunktið á árinum. Hesir dystirnir eru sera umráðandi fyri felagið og okkara fjepparar. Vit gleða okkum altíð eyka nógv til hesar dystirnar, og tí fara vit eisini at gera alt fyri at fáa fleiri av hesum fantastisku upplivingunum, sum vit hava havt seinasta árið úti í Evropa.
B36 og HNK spæla á Tórsvølli í kvøld. Fyrsta bríksl verður klokkan 19. Dysturin sæst á Televarpinum - atgongumerki kunnu fáast her. Portalurin verður á staðnum við ymiskum tilfari.
B36-spælarar fegnast eftir mál í 2. umfari í Conference League. Hetta er annað árið á rað, at liðið hjá Dan Brmsík er í 3. umfari í kappingini (Mynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald