Fótbóltur

- Sjálvsagt ein dreymur sum er blivin til veruleika

Soleiðis sigur 18-ára gamli Martin Agnarsson um A-landsliðsúttøkuna. Skjóti vinstrabeinti havnarmaðurin hevur roynt at verið eyðmjúkur og arbeiðissamur, og tað gevur úrslit; eisini hevur skiftið til Viborg givið honum uppaftur meira, sigur hann við Portalin.

- Eg haldi at høvuðsorsøkin, at eg eri komin í hesa støðuna er, at eg havi verið eyðmjúkur og arbeiðssamur frá byrjan av. So spælir flytingin frá B36 til Viborg kanska eisini inn, har eg havi tikið tað næsta fetið at blíva yrkisleikari (Savnsmynd: Sverri Egholm)

- Eg haldi at høvuðsorsøkin, at eg eri komin í hesa støðuna er, at eg havi verið eyðmjúkur og arbeiðssamur frá byrjan av. So spælir flytingin frá B36 til Viborg kanska eisini inn, har eg havi tikið tað næsta fetið at blíva yrkisleikari (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-11-01 11:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Tað er ein sera góð kensla at endiliga vera komin á A-landsliðið. Hetta hevur sjálvsagt verið ein dreymur hjá mær, sum er blivin til veruleika, og tað eri eg sera takksamur fyri. 

Tað sigur 18-ára gamli Martin Agnarsson við Portalin, stutt eftir at tað varð kunngjørt, at hann verður í A-landsliðshópinum til venjingardystirnar móti Kekkia og Kosovo seinni í mánaðinum.

Spurdur um hví hetta kemur nú, svarar havnarmaðurin í Viborg soleiðis.

- Eg haldi, at høvuðsorsøkin til at eg eri komin í hesa støðuna er, at eg havi verið eyðmjúkur og arbeiðssamur frá byrjan av. So spælir flytingin frá B36 til Viborg kanska eisini inn, har eg havi tikið tað næsta fetið at blíva yrkisleikari.

Í UEFA Europa Conference League-dystunum hjá B36 móti Viborg í summar gjørdi Martin so nógv vart við seg, at danska felagið stutt eftir valdi at keypa kvika vinstrabeinta leikaran.

Eftir 15 umfør liggur liðið á 2. plássi í Superligaini - trý stig aftanfyri FC Nordsjælland - og Martin spældi sínar fyrstu dystir síðst í oktober: Fyrst í steypasigri á Ishøj, har havnarmaðurin varð skiftur inn í longdu leiktíðini, tá Viborg var aftanfyri, og síðani í yvirtíðini í 3-1 sigrinum í Aalborg fyri viku síðani.

[object Object]Martin Agnarsson hevur funnið seg til rættis í Viborg

Martin Agnarsson hevur verið í hópinum hjá besta liðnum sjey ferðir higartil. Hann sigur við Portalin, at hann trívsit væl í jútska býnum og felagnum, hóast tað er nógv at venja seg við,  og at hann nú fylgir betri við.

- Fyrsta tíðin í Viborg hevur verið góð. Her eru nógv ting, sum eg havi verið noyddir at vant meg við: Alt er nýtt við nýggjum liði, nýggjum býi og tað at búgva einsamallur. Hugsa vit um fótbólt, so hevur tað verið nokk so avbjóðandi, men eg føli, at eg klári betur og betur at fylgja við tempoðinum og at eg kropsliga klári at vera á sama støði sum hinir. 

- Hetta er ein uppliving fyri meg, og við tíðini skulu fólk nokk fara at síggja meg á tí stóra pallinum oftari.

Martin Agnarsson er ein av teimum sjey, sum fyri fyrstu ferð eru úttiknir til A-landsliðið.

Hópurin sæst her: 

Gunnar Nielsen, FH Hafnarfjørður (Ísland)
Mattias Heðinsson Lamhauge, B36
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Gilli Rólantsson Sørensen, Odds Ballklubb (Noreg)
Hanus Sørensen, HB
Viljormur Davidsen, Helsingborgs IF (Svøríki)
Martin Agnarsson, Viborg FF (Danmark)
Sonni Ragnar Nattestad, B36
Heðin Hansen, HB
Gunnar Vatnhamar, Víkingur
Samuel Johansen Chukwudi, Union St. Gillioise (Belgia)

Jann Julin Benjaminsen, IL Hødd (Noreg)
Jóannes Bjartalíð, KÍ
Mads Boe Mikkelsen, KÍ
Rene Shaki Joensen, KÍ
Jákup Biskopstø Andreasen, KÍ
Noah Hans Mneney, Víkingur
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Andrass Johansen, B36
Stefan Radosavljevic, HB

Pætur Petersen, HB
Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ
Patrik Johannesen, Keflavík (Ísland)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder