Fótbóltur

- Spennandi og áhugaverdur bólkur

Venjarin hjá U21, Eli Hentze, sær við spenningi fram ímóti komandi avbjóðingum hjá U21-landsliðnum.

Mynd: Heri Joensen

Mynd: Heri Joensen

2018-12-11 14:03 Author image
Ari av Rana
placeholder

- Hetta bleiv eitt sera spennandi og áhugavert lutakast fyri okkum. Enn kenni eg ikki so nógv til okkara mótstøðulið, og dugi illa at meta um okkara møguleikar. Men fyrireikingarnar fara í gongd beinanvegin, sigur Eli Hentze, U21-landsliðsvenjari.

Tað er einki at ivast í, at eins og í undankappingini hjá A-landsliðnum, sum eisini skal spæla móti Spania, so eru spaniólar favorittar í bólki 6, tá talan er um komandi EM-undankapping fyri U21-landslið.

- Spaniólar hava altíð góð landslið, og teir verða uttan iva ringir at sifta. Hini londini eru eisini sterk, men er okkara innsatsur í lagi, so klára vit uttan iva at geva teimum veruliga mótstøðu – eisini Spania. Málið er sjálvandi at vinna so nógv stig sum tilber, sigur Eli Hentze við heimasíðuna hjá FSF.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder