Fótbóltur

Video: - Stóri stuðulin gevur okkum eyka orku

Serliga síðstu minuttirnar har vit koyra á við øllum og eru betri enn Kroatia, sigur Gullbrandur Øregaard. Føroyski miðvallarin í Noreg er errin av at spæla við Merkinum á bringuni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2023-09-13 08:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ein av heilt eyðsýndi spælarunum í U21-landsdystinum í Klaksvík í gjár var høgi maðurin við seks-talinum hjá Føroyum. Gullbrandur Øregaard legði upp til bæði føroysku málini í 2-4 ósigrinum og vann eina rúgvu av nær- og luftdystinum. Hann fekk eisini farið væl avstað við bóltinum nakrar ferðir - eins og tá hann legði upp til 3-0 málið í síðstu viku.

21-ára gamli miðvallarin spældi í gjár sín tíggjunda U21-landsdyst. Hann kom fyrstu ferð inn í minniliga 1-1 javnleikinum móti Fraklandi í Gundadali í 2021. Síðani hevur Gullbrandur verið við at fingið stig seks ferðir afturat og er byrjaður inni í fleri dystum.

Nú er hann fastur á miðvøllinum. Tað er hann eisini í løtuni hjá Sandnes Ulf í næstbestu norsku deildini. Føroyingurin fekk ein skaða seint í vár, men hevur gjørt tað væl í góðum tíðarskeiði hjá felagnum. Hann vónar nú at byggja uppá, sigur Gullbrandur í Horni Øregaard.

[object Object]

[object Object]
Myndir: Bjarni Enghamar

Hann hevur altíð búð í Noreg, og tað hoyrist væl. Gullbrandur tosar gott føroyskt - við norskum málføri. Mamman er úr Sandavági og pápin úr Havn. Hann er ógvuliga errin av at umboða Føroyar, og dreymurin er A-landsliðið.

Um dystin í gjár sigur 21-ára gamli spælarin, at serliga seinnu málini ímóti eru keðilig, men at føroyska liðið stríðist væl og er betri enn Kroatia seinastu løtuna. Hetta er millum annað góðu áskoðarunum at takka - teir geva eyka megi, sigur Gullbrandur.

Sí alla samrøðuna ovast - Upptøka: Bjarni Enghamar

Sí eisini onnur video frá Djúpumýru: 
Gutti Dahl-Olsen: - Skal gera slíkt sum innskiftari og áleypari
Eyðun Klakstein: - Her býr veruliga nakað í hesum liðnum

---------------------------------------------------------------------------
U21 EM-undankapping, bólkur G
Í gjár, týsdagin 12.09, við Djúpumýru
Føroyar - Kroatia 2-4 (0-2)
17' Roko Simic 0-1
44' Veldin Hodza 0-2
75' Dion Beljo 0-3
78' Gutti Dahl-Olsen (Gullbrandur í Horni Øregaard) 1-3
85' Gutti Dahl-Olsen (Gullbrandur í Horni Øregaard) 2-3
90 (+2)' Marin Ljubicic 2-4

Føroyar (5-4-1/3-4-3): Ari í Haraldstovu Petersen - Signar á Brúnni (27' Bergur Poulsen), Børge Petersen, Áki Johannesen, Elias Rusborg (76' Gutti Dahl-Olsen) , Ási Dam - Áki Samuelsen, Gullbrandur Øregaard, Noah Hans Mneney, Olaf Bárðarson (46' Heini Fossdalsá Sørensen) - Jørgen Nielsen.


Sí eisini: Kroatia knógvaði Føroyum í Klaksvík

Sí eisini: 
U21: Hava longu skorað fleiri mál enn í fleiri undankappingum

Sí eisini: 
Myndir: Undirhaldandi U21-dysturin við Djúpumýru

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder