Fótbóltur

- Sum útgangspunkt er hópurin hjá okkum uppá pláss

Vit hava tó eyguni opin, um onkur spennandi spælari afturat er tøkur, sigur Dalibor Savic við Portalin í dag. Í so fall er HB áhugað í verjukendum spælarum.

Høvuðsvenjarin hjá HB er vælnøgdur við hópin, ið hann hevur nú - tó vil hann ikki útiloka at ein verjuspælara afturat kemur til felagið (Mynd: Sverri Egholm)

Høvuðsvenjarin hjá HB er vælnøgdur við hópin, ið hann hevur nú - tó vil hann ikki útiloka at ein verjuspælara afturat kemur til felagið (Mynd: Sverri Egholm)

2023-03-01 16:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sunnudagin fekk HB sáttmála við Emil Berger uppá pláss. 31-ára gamli sviin við royndum á høgum støði í heimlandinum og í Íslandi er verjukendur miðvallari. HB hevur leitað eftir spælara til júst hetta plássið í eina tíð

Les eisini: Svenskur styrkur til miðvøllin hjá HB

Í samband við at spælarin varð lýstur og slapp til orðanna á heimasíðu felagsins í gjár, skrivaði HB millum annað so: 

-  Seinastu brikkarnir í puslispælinum til komandi kappingarárið eru við at fella uppá pláss, og til at styrkja um miðvøllin er komin sviin, Emil Berger.

Spurningurin er so, um HB fer at gera nakað meira í mun til leikaraflytingar, nú tvær vikur eru, til tað letur aftur. Vit hava í dag vent okkum til høvuðsvenjaran Dalibor Savic. Sviin staðfestir, at hann er væl nøgdur við sín hóp, sum í útgangspunktinum er uppá pláss, men at teir í HB halda eyguni og oyruni opin: 

- Um til ber at fáa onkran spennandi spælara inn afturat, sum vit halda kann gera mun, so gera vit møguliga tað, sigur Dalibor Savic.

Um hetta skuldi verið, so verður talan um ein verjukendan spælara, staðfestir venjarin hjá HB í viðmerking til Portalin.

[object Object]
Emil Berger saman við Dalibor Savic. Hann er sum útgangspunkt komin til felagið sum verjukendur miðvallari (Mynd: hb.fo)

[object Object]
Landsliðsliðformaðurin Viljormur Davidsen hevur spælt nógv vinstri miðverji í venjingardystinum. Ári Mohr Jónsson er helst fyrsta valið á vingbakkinum, men hann er darvaður av skaða, og helst verður Viljormur at síggja sum vongverji til tíðir (Mynd: hb.fo)

HB hevur fingið Viljorm Davidsen til hendan partin. Tað tykiskt týðiligt, at HB sum útgangspunkt fer at spæla við trimum miðverjum, har Heðin Hansen verður ein teirra. Bartal Wardum hevur verið skaddur, men tykist heilt birgur nú, men Hørður Askham verður helst ikki tøkur fyrrenn um áleið tríggjar mánaðir. Lærkrikin hjá landsliðsspælaranum órógvar so mikið nógv.

So eru ivamál um tveir aðrar verjuspælarar, sum eru uppvaksnir í felagnum: Samuel Johansen Chukwudi, ið hevur sáttmála, men sum hevur ætlanir um at spæla uttalands skjótt og sum er nakað skaðadarvaður. Heri Hjalt Mohr hevur ikki sáttmála, og høgri bakkurin meiddi sær fótin til royndarvenjing í Næstved í januar. Hann fer tó møguliga at verða at síggja á vølli fyri HB seinni í ár. 

Tróndur Jensen venur aftur eftir eftir krossbandsskaðan, sum hann fekk fyri einum ári síðani. HB hevur annars fingið Mathias Præst Nielsen, Mads Borchers og Mikkel Dahl í hópin til álopskenda partin. Fyrsti dystur hjá Dalibor Savic og hansara liðið er á heimavølli móti B68, sunnudagin 5. mars klokkan 15.

Betrideildin menn 2023, 1. umfar
Leygardagin 04.03

17.00: 07 Vestur  - ÍF

Sunnudagin 05.03
15.00: 
Víkingur - B36
HB - B68 
EB/Streymur - AB (Eiði)
KÍ - TB

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder