Sunnudagin 8. mars fer Betrideildin hjá monnum í gongd aftur. Komandi 10 dagarnar fara vit at hava upptaktir á Portalinum - vit tosa við eitt umboð frá hvørjum liðið og hava eitt yvirlit yvir hópin
26. oktober 2019 var ein fagnaðardagur fyri Klaksvíkar Ítróttarfelag. Fyri fyrstu ferð í 20 ár vann besta manslið felagsins, ið so nógvir norðoyingar fylgja við stórum áhuga, føroyameistaraheiti. Við sera sannførandi 3-0 sigri í Gundadali á tættasta kappingarneytanum, B36, tryggjaði KÍ sær gull.
Video: Jákup lyfti steypið ov tiðliga - Hatta hendir ikki næsta ár
Maðurin ið fyrst slapp at nerta við nýggja steypið, ið seinastu mánaðirnar hevur ferðast runt í Klaksvík, var 21-ára gamli Jákup Biskopstø Andreasen. Í sínum fimta árið á besta liðnum var Jákup liðformaður og stýrimaður á miðvøllinum hjá barndómsfelagnum:
-Tað var sera umráðandi. Eftir at hava verið í toppinum í fleiri ár, var tað ein sera góð kensla fyri okkum spælarar og allar norðoyingar at endiliga sleppa lyfta steypið og vinna FM.
Nú er málið í Klaksvík at vinna tað aftur:
- Vit eru sera svangir og spentir uppá uppgávuna at royna at endurvinna FM. Vit vita, at tað verur sera trupult og avbjóðandi, men vit hava havt ein góðan uppstart inntil víðari og allir mans virka svangir og klárir at gera tað ítasta at endurvinna FM. Fyri at uppnáa tað skal fyrst og fremst hart arbeiði til. Vit vita hvussu torført tað er, og hvat skal til fyri at kappast í toppinum. Vit mugu venja væl, fyrireika okkum so væl sum vit kunnu og taka ein dyst í senn.
Hjá KÍ hevur nakað av broyting verið í hópinum. Av profilum eru Simen Sandmæl og Semir Hadzibulic farnir, men Odmar Færø og tríggir útlendingar eru komnir, og ein er á veg afturat. Liðformaðurin letur væl at:
-Vit royna allatíðina at menna okkum sum lið, og so hava vit fingið nakrar nýggjar spennandi leikarar í hópin, sum heilt sikkurt koma at gera mun. Men hinvegin so kenna vit væl okkara styrkir sum lið, so tað snýr nógv um at blíva við at vera eyðmjúkir og leggja uppá.
KÍ spælir stórsteypadyst móti HB leygarkvøldið klokkan 19. Í 1. umfari taka føroyameistararnir móti B36.
Hópurin hjá KÍ 2020 - dagførdur 8. mai:
Málverji:
Kristian Joensen
Meinhardt Joensen
Verjuleikarar:
Jóannes Kalsø Danielsen
Deni Pavlovic (Serbia)
Jesper Brinck
Odmar Færø *
Ólavur Niclassen
Ísak Simonsen
Børge Petersen
Miðvallarar:
Alessio Hyseni (Albania) *
Jákup Biskopstø Andreasen
Óli Eyðsteinsson Poulsen
Steinbjørn Olsen
Jonn Johannesen
Gulak Jacobsen *
Boris Dosljak (Montenegro)
Jóannes Bjartalíð
Áleyparar:
Abubakar Aliyu Ibrahim (Nigeria – arbeitt verður at fáa hann til landið )
Patrik Johannesen
Páll Andrasson Klettskarð
Ole Erik Midtskogen (Noreg) *
* Nýggjur í hópinum
Venjari: Mikkjal Kjartansson Thomassen – fer undir sítt sætta ár í KÍ
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald