Danska Ekstra Bladet, hevur í dag eina longri samrøðu við Jóhan á Plógv Hansen.
Í samrøðuni fortelur Jóhan um hvussu hann sum ungur spældi við u-landsliðum hjá Føroyum, hvussu hann spældi ein altjóða dyst við U23 og tí fekk tvey ára leikbann, tá hann skifti til danskt hondbóltspass, og at tað var Ulrik Wilbek, sum setti gongd í tað tilgongdina.
Jóhan á Plógv Hansen hevur tikið yvir plássi á høgra vongi eftir at Hans Lindberg gjørdist skaddur. Hann skeyt 2 mál móti Tunesia leygarkvøldið, tá hann spældi eitt korter av dystinum.
Jóhan sigur millum annað í samrøðuni, at Føroyar einki A-landslið hevði í hondbólti, tá hann valdi at skifta. Hann leggur tó dent á, at øll tey hann tosar við stuðla hansara avgerð at skifta til danskt hondbóltspass
- Eg angri á ongan hátt, at eg skifti. Eg havi longu havt fleiri fantastiskar upplivingar, sigur Jóhan á Plógv Hansen við Ekstra Bladet
Les samrøðuna hjá Jóhan her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald