Yerevan, Armenia (Portalurin): - Har eru nógvir venjarar, analytikarar og fysioterapeutar aftanfyri og ógvuliga góðar umstøður. Tað skal líka íbúðin uppá pláss. Eg havi tosað væl við høvuðsvenjaran og fingið eina ógvuliga góðan fatan av felagnum.
Soleiðis setur Hanus Sørensen orð á upplivingina í Celje í Slovenia, har hann í síðstu viku var til læknakanning, skrivaði endaliga undir tvey- og eitt hálvt ára sáttmála og annars kannaði umstøðurnar.
Partarnir hava gjørt sáttmála, sum er galdandi til og við juni 2027 (Mynd: NK Celje)
Sí eisini: Hansus Sørensen til Celje (váttað)
Eftir landsliðsvenjingina í gjárkvøldið segði 23-ára gamli hoyvíkingurin, at hetta er ógvuliga týðandi fet fyri hansara fótbóltsleið, og at Celje og Slovenia helst er hóskandi stig nú.
- Eg fari, tí eg vil til eitt felag, har tað er eitt fulltíðar "set-up". Tað er venjing um morgunin og bert fótbóltur at hugsa um. Tað er tann vegin, sum man skal, um man veruliga vil flyta seg. Slovenskur fótbóltur er eitt stig, sum fer at vera avbjóðandi fyri meg - men ikki í ov stóran mun.
Portalurin tosaði við Hanus Sørensen eftir venjingina í armenska kuldanum og á grasinum í gjár (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF - skýggjamynd frá videobroti)
Sí myndir frá fyrstu føroysku venjingini HER.
Í løtuni er slovenska deildin styrkismett sum nummar 30 í Evropa. Betrideildin er klatrað upp á 38. pláss vegna góðu evropeisku úrslitini hjá serliga KÍ og eisini B36 seinastu fimm árini.
HB er ikki ofta komið víðari í Evropa. Hanus Sørensen hevur gjørt stóran mun á HB-liðnum í ár, men vegna skifti kundi hann ikki spæla í steypafinaluni móti B36. Hetta skapti nakað av órógvi í oktober, men sjógvarnir eru nú slætnaðir, staðfestir Hanus.
- Tað var eitt sindur av roki at byrja við, og tað sá sjálvandi heldur nakað óheppið út útifrá. Men eg dugdi at skilja tað: HB hevði bara steypafinaluna at hugsa um, og eg kundi ikki vera við í henni. Tað er einki ilt millum meg og HB nú. Tað var ein góð tíð aftur í barndómsfelagnum. Eg fekk sagt pent farvæl við spælararnir, fólkini rundanum og Dodo (Adolfo Sormani, red., og tey ynsktu mær bestu eydnu.
Sí eisini: Tað er einki persónligt mótvegis Hanusi
Hanus Sørensen hevði nógv upplegg á HB-miðvøllinum í ár og hevur bitið seg fastan á A-landsliðið (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Hanus sigur til endans, at hóast hann ikki hevur spælt ein kappingardyst í umleið ein mánaða - síðani landsdystin móti Lettlandi - so kennir hann seg heilt til reiðar at spæla. Nú skal arbeiðast gróthart fyri neyðugu stigunum í Nations League, staðfestir miðvallarin, sum er byrjaður inni í øllum fýra dystunum í kappingini í heyst.
Føroyar skulu helst hava stig her í annaðkvøld fyri at hava góðan møguleika at sleppa undan aftasta plássinum í bólkinum. Dysturin móti Armenia hósdagin 14. november byrjar klokkan 17 føroyska tíð.
Sí eisini: Kuldi og sprinklararnir settu dám á fyrstu føroysku venjingini
Ljóðsamrøður:
Gunnar: - Alti er ein av mínum fyrimyndum
Páll: - Nú taka vit hesar báðar landsdystirnar fyrst
Bjartalíð hevur tað betri enn væntað
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald