Fótbóltur

Ljóð: - Bjartalíð hevur tað betri enn væntað

- Eg veit hvat Mikkjal stendur fyri, eg eri als ikki bilsin av hansara flottu gongd, sigur Jóannes Bjartalíð um sín gamla høvuðsvenjara. 28-ára gamli klaksvíkingurin setur eisini orð á nýggja landsliðsvenjaratoymi.

Jóannes Bjartalíð skoraði í 2.2 javnleikinum móti Armenia á Tórsvølli. Hann sigur seg vera til reiðar at byrja hósdagin - ella hava ein leiklut á bonkinum (Savnsmynd: Andrei Antal)

Jóannes Bjartalíð skoraði í 2.2 javnleikinum móti Armenia á Tórsvølli. Hann sigur seg vera til reiðar at byrja hósdagin - ella hava ein leiklut á bonkinum (Savnsmynd: Andrei Antal)

2024-11-12 16:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Yerevan, Armenia (Portalurin): - Undan fyrstu venjingini hjá Føroyum fekk Portalurin orð á Jóannes Bjartalíð.

Fredrikstad-spælarin hevði flott upplegg og spældi fyri fyrstu ferð í ár 90 minuttir í einum kappingardysti, tá Fredrikstad sunnukvøldið spældi seg til eitt stig í Bodø.

Sí eisini: Bjartalíð og Brandur høvdu báðir upplegg í Bodø (Video)

Sí eisini: Loksins lendir í Yerevan

Síðani hevur hann flogið fýra ferðir, yvir fýra tíðarsonur og ferðast í útvið eitt samdøgur. Hóast hetta kennir 28-ára gamli klaksvíkingurin seg "óvæntað væl".

Jóannes Bjartalíð setti eisini orð á flott avrikið hjá gamla venjara sínum, Mikkjali Thomassen, í AIK og hvussu hann sær uppá nýggja venjaratoymi á landsliðnum og sín leiklut hóskvøldið, tá Armenia er á skránni.

Hoyr eisini 
(Ljóðsamrøður) 
Gunnar: - Alti er ein av mínum fyrimyndum
Páll: - Nú taka vit hesar báðar landsdystirnar fyrst


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder