Yerevan, Armenia (Portalurin): - Tað er farið nakað av midnátt í Føroyum, og her í armenska høvuðsstaðnum nærkast klokkan seks á morgni.
Um sjey-tíðina í morgun - føroyska tíð - savnaðust teir í føroyska ferðalagnum á flogvøllinum í Vágum. Síðani hevur meginparturin av samdøgrinum gingið fyri seg á flogvallum ella í flogførum.
Fyrst tann “vanligi túrurin” til Keypmannahavnar. Síðani nakað av bíðitíð, í mun til at sleppa at skriva seg sjálvan og viðføri inn í Kastrup. Og tað var um reppið, at nakrir av teimum í toyminum rundanum ikki náddu flogfarið: Tað gekk ógvuliga seint hjá teimum, sum starvast innan diskin á størsta danska flogvøllinum, og nógv fótbóltsviðføri skuldi við.
Seinnapartin varð talan um ein flogtúr á útvið longdina á einum fótbóltsdysti til Frankfurt. Á stóra flogvøllinum í Týsklandi var góð tíð til at taka sær av løttum og at eta ein betri bita.
Hoyr:
Gunnar Vatnhamar: Atli er ein av mínum fyrimyndin - kann spæla hvar sum helst
Páll Andrasson Klettskarð: Nú taka vit hesar báðar landsdystirnar fyrst
Umleið klokkan 20 lokala tíð gekk leiðin eystureftir við stórum flogfari hjá Lufthansa. Fýra tímar í luftuni har teir flestu fingu ein blund ella hugdi eftir einari røð/einum filmi, men har tíð eisini var til “flogprát”: Um alt frá fótbólti til kommunuval.
Fyri løtu síðani komu spælararnir á sítt gistingarhús í miðbýnum og miðlarnir á sítt. Venjing verður ikki fyrrenn um stórar tólv tímar lokala tíð, so menn hava tíð at koma seg nakað eftir langa túrin.
Týðandi Nations League-dysturin millum Armenia og Føroyar verður hósdagin 14. november klokkan 17 føroyska tíð.
Meira tilfar úr Armenia í morgin
Noah Mneney og Sølvi Vatnhamar á flogvøllinum í Frankfurt, har bíðitíðin var long
Hans Erik Danielsen, miðlafólk hjá FSF, tosar við millum annað Arnbjørn Svensson, meðan bíðað verður eftir viðførinum í Yerevan
Jákup Reinert Højgaard, greinari, og Eli Nolsøe Leifsson, fysiskur venjari - nýggir ungir mans í venjaratoyminum
Tróndur Arge (Miðlahúsið og Ellivu), Jógvan Skeel Nolsøe (Kringvarpið) og Trygvi Absalonsen (FM1) eru nakrir av miðlamonnunum á landsliðstúrinum
"Politieskorta" til reiðar at leiða føroyska liðið trygt til sítt gistingarhús - tað var kalt uttanfyri flogvøllinum í nátt
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald