Fótbóltur

Video: Bjartalíð og Brandur høvdu báðir upplegg í Bodø

Framúr flott føroysk innlegg við at tryggja Fredrikstad javnleik móti norsku meistarunum Skálvíkingurin kom inn og hevði næstseinasta fót á útjavnandi málinum í 89. minutti - nú møta teir saman við landsliðnum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-11-11 09:34 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fredrikstad fer eftir øllum at døma ikki at røkka evropeiskum plássi gjøgnum norsku landskappingini. Liðið er eftir triðsíðsta umfar á 6. plássi við fýra stigum upp til Molde á 4. plássi.

Neyðugt verður helst at vinna á júst Molde í steypafinaluni 7. desember.

Fredrikstad var annars á odda og í yvirtali á Aspmyra í gjárkvøldið, eftir at Jóannes Bjartalíð fimm minuttir fyri steðgin sendi eina rakett av einum frísparksinnleggi inn úr vinstru við sínum sterka vinstra beinið. Tí stýrdi Stian Molde í málið við høvdinum.

[object Object]
Jóannes Bjartalíð í Champions League-dysti í Bodø í 2022 (Savnsmynd: Sverri Egholm)

[object Object]Brandur Hendriksson nýtti sín góða teknikk og spælskil, tá hann legði upp til 2-2 málið (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Bodø/Glimt fekk eina útvísing miðskeiðis í 2. hálvleiki men brádliga hevði heimaliðið skorað tvær ferðir. Teir í gulum fingu tó ikki tikið eitt stórt fet móti enn einum meistaraheiti.

Brandur Hendriksson var komin á vøllin beint áðrenn 2-1 málið. Í 88. minutti fekk føroyski miðvallarin bóltin í vinstru. Brandur rak eitt sindur, tók tveyr trekk inneftir, og sendi bóltin við lekkrari skrúu og høgari góðsku móti aftaru stong, har … Hann var komin inn samstundis sum , og nú javnaði Skogvold og oyðilegði kvøldið hjá Glimt

Sí uppleggini og hæddarpunkt ovast (uppleggi hjá Bjartalíð frá 1.18 og tað hjá Brandi frá 5.30) 
Klippið sæst eisini HER (Youtube hjá TV2 Sport)

Bodø/Glímt og Brann eru javnir í stigum heilt frammi í oddinum, nú tvey umfør resta í av Eliteseriuni. Brann hevur tó betri málúrttøku og liggur tískil til meistaraheitið nú áðrenn landsliðssteðgin.

Jóannes Bjartalíð og Brandur Hendriksson hava nú ferðast úr Norðurnoreg. Seinni í dag møtast teir við hinum á føroyska landsliðnum í Kastrup. Síðani eru tveir flogtúrar eftir: Til Frankfurt seinnapartin og ein langur túrur til Armenia í kvøld. Nations League-uppgerðin har verður hóskvøldið.

Sí eisini: Skulu ferðast meginpartin av samdøgrinum

Jóannes Bjartalíð hevur harvið nakrar dagar at verða til reiðar aftur eftir sín fyrsta fulla kappingardyst - við 90 minuttum - í 2024. Brandur Hendriksson Olsen spældi samanlagt eitt korter, so skálvíkingurin burdi verið heilt til reiðar til nógvar minuttir í Armenia.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder