Fótbóltur

Kuldi og sprinklarar settu dám á fyrstu føroysku venjingina

Og møguliga eisini ein skaði: Hallur Hansson noyddist at steðga fyri tíð. Annars var inntensitetur í Armenia, har verjuspæl og álopsspæl vórðu vand - og ein ávís leikskipan. Sí nakrar myndir.

Sprinklarar, sum brádliga fóru í gongd, órógvaðu føroysku venjingini eina løtu

Sprinklarar, sum brádliga fóru í gongd, órógvaðu føroysku venjingini eina løtu

2024-11-12 18:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Yerevan, Armenia (Portalurin): -Tað var ógvuliga kølið í luftuni, og grasið var ikki tað allarbesta til fyrstu venjingina hjá føroyska manslandsliðnum í armenska høvuðsstaðnum.

Hýrurin í føroysku landsliðleguni var tó góður, og inntensiteturin til venjing høgur, nú menn skuldu fáa longu ferðina í gjár úr beininum og fyrireika seg til uppgávuna hóskvøldið

Sí eisini: Loksins lendir í Yereven

Allir 23 spælararnir vandu. Miðverjarnir Arnbjørn Svensson og Odmar Færø fóru út, áðrenn dystur var millum eldru og yngru móti endanum, men hetta var bert fyri ikki at ovbyrjað teir.

Verri var, at Hallur Hansson noyddist út undir sjálvum dystinum. Miðvallarin merkti eitthvørt í tjúkkanum - uttan nøkur kontakt var - og fekk beinanvegin viðgerð. Beint yvir tvey samdøgur eru til dystin móti Armenia, og spuringurin er, hvussu støðan hjá Halli Hansson verður tá.

Annars er helst góður møguleiki fyri, at afturvendi miðvallarin verður ein av teimum fyrstu ellivu hósdagin. Útfrá venjingini í dag verður tað púra greitt ein 5-4-1/3-4-3 leikskipan hósdagin. Hesa hava Eyðun Klakstein og Atli Gregersen nýtt í øllum dystunum í júst lidnu U21-undankappingini.

Sí eisini:
Adrian vil ikki tosa so nógv um framtíðina nú

Ljóðsamrøður:
Gunnar: - Alti er ein av mínum fyrimyndum
Páll: - Nú taka vit hesar báðar landsdystirnar fyrst
Bjartalíð hevur tað betri enn væntað

Eftir upphiting við kropsliga venjaranum Eli Nolsøe Leifsyni og alveringsøvilsi við hjálparvenjara Atla Gregersen, vandu føroyingarnir vejupartin og síðani álopspartin gjølla.

[object Object]

[object Object]

Endað varð við dysti millum eldru og yngru. Har var spenningur í. 2-2 var tá venjingin skuldi enda, og harvið endaðu føroyingarnir við brotssparkskapping. Hana vunnu teir eldru - serliga takkað verið frálíkari bjarging frá Teiti Matras Gestsson.

Ein serstøk hending var, tá nakrir sprinklarar á grasinum brádliga fóru frá. Kanska var tað tilvitað av armenska fótbóltssambandinum - kanska ikki. Men tað gingu í øllum førum nakrar minuttir, til føroyska venjingin veruliga kundi byrjað aftur

Føroyska liðið venur aftur í annaðkvøld. Sí nakrar fleiri myndir frá í kvøld niðanfyri: 

[object Object]Brandur Hendriksson Olsen roynir bóltin og grasið

[object Object]

[object Object][object Object]Spælararnir gera seg til reiðar 

[object Object]Sprinklararnir tendraðu, og hetta órógvaði taktisku venjingina eina løtu

[object Object]Miðlarnir vístu sum vera man Hanus Sørensen, ið hevur skift til NK Celje, og Páll Klettskarð, ið er við aftur á landsliðnum, stóran áhuga

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder