Yerevan, Armenia (Portalurin): - Sjálvandi er tað keðiligt ikki at vinna, tá man er á odda 2-0, men Hobro er ein trupul útivøllur, og javnleikur er eitt fínt úrslit sum so.
Soleiðis sigur Adrian Justinussen um úrslitið hjá Hilerød í næstbestu donsku deildini í gjár. Toppskjútti felagsins fylgdi við parti av dystinum á flogvøllinum í Frankfurt. Av tí at Adrian skuldi við til Armenia, var hann ikki tøkur til dystin. Daniel Johansen spældi 75 minuttir og skoraði uppá brotsspark í 2-2 dystinum.
Sí eisini: Daniel Johansen skoraði í Hillerød-javnleiki
Aftaná dystin í Hobro segði høvuðsvenjarin Christian Lønstrup, at tað væl kann henda, at Adrian Justinussen verður seldur til størri felag í vetur - meira sannlíkt at hann fer, enn at hann ikki fer. Hillerød tykist verða sinni at lata toppskjúttan fara víðari, um gott høvi býðs. Men hvat sigur Adrian til tað?
- Eg tími ikki at koma so nógv inná hatta nú. Men har er áhugi. Tað kemur, tá tað gongur so mikið væl, sum tað hevur gjørt.
26-ára gamli føroyski vongurin staðfestir annars, at um tað skal vera, so skal tað vera tað rætta nýggja felagið.
Sí eisini: Loksins lendir í Yerevan
- Eg kann koma við nógvum frameftir vøllinum
Eftir nógv ár, har hann hevur verið lítið við A-landsliðnum, hevur Adrian Rúnason Justinussen verið við hvørja ferð í 2024. Vandamikli vongurin er tó ikki byrjaður inni í einum kappingardysti enn. Men hvat kann hann koma við?
- Eg kann koma við nógvum detaljum frameftir. Eg dugi væl at síggja spælið, eg kann venda mær og verða vandamikil. Og so havi eg eitt fínt spark.
Nú er nýtt venjaratoymi, sum helst nýtir somu leikskipanin, sum Adrian og teir gera í Hillerød nú: 5-4-1/3-4-3.
- Teir spæla við fimm í verjuni á U21, og síggja út til at gera tað her eisini. Tað loysur upp fyri fleri tingum. Haldi sjálvur um man spælir sum ein vongur, sum kemur inn í vøllin í tí skipanini – sum ein 10'ari næstan, so hevur man nógv pláss í mun til í øðrum leikskipanum. Vengurinir hava eisini betri pláss og frælsi til at koma framvið. So eg eri spentur uppá tað.
Hvat skulu tit so gera rætt hósagin fyri at basa Armenia?
- Fyrst og fremst skulu vit verja væl, so at teir ikki skora. So skulu vit tora at spæla og avslutta, tá man fær møguleikan – ikki bara liggja og spæla bóltin runt um teirra 16-metur.
Føroyar og Armenia spældu 2-2 javnleik á Tórsvølli í oktober. Føroyar eru aftast í bólkinum við trimum stigum – tvey stig aftanfyri júst Armenia og eitt aftanfyri Lettland. Dysturin í Yerevan hósdagin byrjar klokkan 17 lokala tíð.
Hoyr eisini
(Ljóðsamrøður)
Gunnar: - Alti er ein av mínum fyrimyndum
Páll: - Nú taka vit hesar báðar landsdystirnar fyrst
Bjartalíð hevur tað betri enn væntað
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald