Hondbóltur

- Tað var øðiliga stuttligt at spæla í Svøríki og vinna

Elias Ellefsen á Skipagøtu sigur, at tá U17-dreingirnir komu til Føroyar, merktu teir veruliga nógv til føroyska stuðulin. Toppskjúttin í European Open hugsavnar seg nú um at arbeiða hart víðari.

Elias á Skipagøtu  - her í dysti í Gøteborg (Mynd: Harald Bjørgvin)

Elias á Skipagøtu - her í dysti í Gøteborg (Mynd: Harald Bjørgvin)

2019-07-20 17:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað eru nú tvær vikur síðani, at føroysku U17-dreingirnir veruliga gjørdu hol í sjógvin í evropeiskum hondbólti og vunnu European Open í Gøteborg. Á vegnum til finaluna ímóti vertunum Svøríki, ið ungu føroysku menninir settu uppá pláss seinasta korterið, vunnu Føroyar millum annað á mætum hondbóltstjóðum sum  Noreg, Spania, og Ungarn.

Les eisini: Føroyar vunnu European Open

Gullið var fult uppiborið, og hóast eitt framúr liðavrik var lykilin, so skaraðu einstakir leikarar sum vera man framúr. Eingin gjørdi tað meira enn spælskiparin Elias Ellefsen á Skipagøtu. Hoyvíkingurin gjørdist toppskjútti í kappingini við heili 70 málum, og varð av EHF kosin til mest virðismikla leikaran í kappingini eftir finaluna. Við sínum nógvu frálíku málum og ymiskum variantum, saman við framúr hegni í vurderingsspælinum og einum evni at fáa alveringarnar til liðfelagarnar at sita sera væl, gjørdi Elias avgjørt sítt til, at Føroyar vann kappingina. 

Tá hann nú lítur aftur á kappingina, er tað við stórari gleði. Hann sigur, at teir á føroyska liðnum ikki hugsaðu so nógv um støðuna, men tóku eitt fet í senn:   

- Tað var ógvuliga stuttligt at verða í Svøriki til European Open. Vit spældu nógvar spennandi dystir moti teimum stóru tjóðunum, og vit vóru sjálvandi glaðir yvir, at vit vunnu yvir teimum heilt storu tjóðunum. Vit royndu tó at taka ein dyst í senn, og konsentrera okkum um tann dystin sum kom, ístaðin fyri teir sum vit høvdu spælt.

Ógvuliga nógv fylgdu við bragdinum í Gøteborg, og móttøkan í millum annað Vágum var stórfingin: 

- Tað var øðiliga stuttligt at vinna kappingina og at koma heim aftur til Føroyar, har vit ordiliga funnu útav, hvussu nógv høvdu fylgt við og stuðla okkum.

Undan European Open var greitt, at talan var um sera spennandi árgang, har 14 útav 16 í hópinum gingu á hondbóltsakademium í Danmark. Elias Ellefsen á Skipagøtu sigur eisini við Portalin, at teir vistu frammanundan, at teir høvdu eitt gott lið, og teir høvdu sæð eitt sindur til Norra, ið var fyrsta uppgávan. Har mettu føroyingarnir, at teir høvdu ein góðan møguleika, og tað endaði eisini við tíggju-máls sigri, og so koyrdi tokið.

At verða valdur til besta leikara í kappingini merkti nakað fyri Elias, men hann dvølur ikki á hesum: Hann gleðist saman við hinum um at spæla hondbólt og vil nú arbeiða hart víðari:

- Eg eri sjálvandi stoltur av persónliga heiðrinum, men eg hevði sjálvandi ikki klára meg so væl uttan mínar liðfelagar. Eg eri líka glaður fyri at spæla hondbolt, sum eg var áðrenn kappingina. Vit venja allir sera hart og tað ætla vit sjálvandi at blíva við at gera, sigur Elias Ellefsen á Skipagøtu at enda. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder