Hondbóltur

- Taki teir minuttirnar eg fái - hevði viljað hjálpt betri til móti endanum

- Um Elias ikki verður klárur til EM, mugu vit allir vera til reiðar at traðka meira til, staðfestir Rói Ellefsen á Skipagøtu, sum var framúrskarandi í fyrra hálvleiki.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-01-09 21:51 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Talan var um ein góðan venjingardyst, sum ikki kendist sum ein venjingardystur, men man iðrar seg um endan og at tað endaði við tapi.

Hetta staðfestir Rói Ellefsen á Skipagøtu, sum var millum eyðsýndu spælararnir í 1. hálvleiki: Fimm mál, tvey upplegg og ágangandi spæl - við snildum. Alt hetta uppá smáar 18 minuttir.

22-ára gamli spælskiparin tók av, nú hann fekk møguleikan - millum annað tá stóribeiggin sat uttanfyri - og tað er júst tað, sum Rói og hinir skulu gera, sigur hann við Portalin.

- Vit mugu bara vinna næstu ferð.



[object Object]
Rói Ellefsen á Skipagøtu og Elias Ellefsen á Skipagøtu (Mynd: Sverri Egholm)

Sí eisini: Flott føroyskt spæl meginpartin av dystinum - men mistu takið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder