- Í eina tíð hevur ljóðað, at Jákup á Borg ikki fór at halda fram í B68 eftir kappingarlok. Nýggja starvsnevndin í B68 og Jákup á Borg hava tosað saman um framtíðina, og gleðast um at kunngerða at góða samstarvið heldur fram, og at fyrireikingarnar til komandi kappingarár eru í gongd.
Soleiðis skrivar B68 á heimasíðu sínari júst nú.
Jákup á Borg fagnaður eftir 4-1 sigurin leygardagin, sum bjargaði B68 plássinum í deildini. Nú er helst ávísur fagnaður í Nes kommunu um, at Jákup heldur fram (Mynd: Sverri Egholm)
Eftir at plássið í Betrideildini varð tryggjað leygardagin við Løkin, segði Jákup á Borg við bolt.fo, at "vit eru bara menniskju - man hevur eina meining, til man broytir hana".
Síðst í august var meiningin, at man hevði fingið nokk.
- Eg skrivaði undir í trý ár, tí eg helt veruliga, at tað var nakað at byggja víðari á. Men eg tími ikki hetta órógvið rundan um B68, so tí havi eg boðað frá, at eg verið bara árið út.
Sí eisini: Jákup hevur takkað fyri seg á Toftum
Soleiðis segði Jákup á Borg við Frihedsbrevet.
Tá Portalurin tosaði við venjaran í kvøld, staðfesti hann, at ætlanin tá var at gevast eftir kappingarárið. Tó kendi Jákup á Borg seg ikki heilt rætt endurgivnan í greinini.
Nú lítur 45-ára gamli havnarmaðurin tó frameftir. Hóast sigurin í seinasta umfari og plássið í Betrideildini, so er hann avgjørt ikki nøgdur við kappingarárið.
- Eg eri absolutt ikki nøgdur við 2024 og haldi her liggur nakað óforloyst í hópinum. Nú fara vit til verka við hørðum arbeiði fram móti 2025.
Súni á Hjøllum, borgarstjóri í Nes kommunu, og Jákup á Borg við Løkin (Mynd: Sverri Egholm)
Jóhannus Danielsen stendur á odda fyri nýggju nevndini á Svangaskarði (Mynd: Sverri Egholm)
Portalurin spurdi Jákup, hví hann hevur broytt meining:
- Eg haldi nógv av B68 og ikki minst leikarum í felagnum. Eg meti her býr meira ì okkum, enn man hevur víst. Hetta er eitt gott felag, ein góður felagskapur og ein góð nevnd kom til í síðsta mánaða.
Sí eisini: Fyrrverandi borgarstjóri nýggjur formaður í B68
Jákup á Borg ger greitt, at hann hevur havt gott samskifti við nýggju nevndina. Endaliga avgerðin varð tikin á fundi í gjárkvøldið, har partarnir vóru samdir um nógv og - mest umráðandi - um at halda fram.
Jákup hevði sáttmála til 2025, so har varð einki at skriva undir sum so. Men nú er endaliga greitt, at B68, sum endaði á 8. plássi við 21 stigum, ikki skal skifta høvuðsvenjara til næsta ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald