Kaldir vindar blása aftur á B68. Í fjør varð gjørt greitt, at fótbóltsfelagið á Toftum var fíggjarliga sera spert. Nógvar vantandi inntøkur frá stuðlum var ein orsøk, men hóast stórt undirskot var fyri 2022, 800.000 krónur, varð í fráboðan frá B68 fyrst í mars 2023 gjørt greitt, at her var einki at stúra fyri.
- Bróðurparturin av hallinum stóðst í stóran mun av avsetingum og óvæntaðum útreiðslum og tiltøkum fyri at varðveita sæti í fremstu røð í føroyskum fótbólti og hetta eydnaðist eisini til fulnar.
- Stór tiltøk eru sett í verk fyri at fáa stuttfreistaðu og útistandandi skuld burtur, og áðrenn aðalfundin var meginparturin av skuldini burtur. Felagið verður skuldarfrítt í vár áðrenn farið verður inní summarið.
Sí eisini: B68 hevði eitt undirskot á 800.000 krónur í 2022
Skuldin vaks tó, og í august 2023 tók Høgni Petersen við sum formaður eftir Ian D. Jacobsen, sum legði frá sær, eins og meginparturin av nevndini gjørdur.
Tað var rokaligt í felagnum fyri umleið einum ári síðani. Tað kom í ljósmála um tað mundið, at skuldin hjá felagnum var farin uppum tvær milliónir krónur, og at spælarar við fleiri vantaðu løn. Eisini vóru ymiskar ósemjur og óvissur um serliga fíggjarlig viðrskifti.
Millum annað vantaði peningur hjá litaviska felagnum MB Ibeta, sum Høgni Petersen eisini hevur samstarvað við í vinnuligum høpi. Talan er um samanlagt 400.000 krónur - hesar hevði nú fráfarni formaðurin fingið lovað, men teir hevur B68 ongantíð fingið, sambært Frihedsbrevet.
Miðilin hevur seinastu dagarnar skrivað eitt sindur um MB Ibeta, Høgna Petersen, eina íbúðarverkætlan á Toftum, sum tykist vera steðgað upp - og B68. Tingini síggja onkursvegna út til at hanga saman, tó at fleiri faktorar enn hetta heilt vist hava havt ein leiklut. Ibeta og felagið sum Høgni Petersen er stjóri í, Skákið, skuldu standa fyri íbúðunum. Nú hevur Høgni Petersen lagt kongin í B68, eins og bróður hansara Eyðun Petersen, sum var næstformaður.
Les eisini: B68-formaðurin leggur frá sær
Nú tímir Jákup ikki meira
Tað er eitt sindur torført at samla allar træðrirnar á Toftum, og tað hevur verið torført hjá B68 at hóra undan fíggjarliga. Nýggir stuðlar eru komnir inn til 2024, onnur pengainnspræning hevur verið, umframt at hópur og felag hava gjørt øðrvísi ting fyri at savna pening inn.
Eykaaðalfundurin hjá felagnum varð aftur í gjár útsettur eina viku, til 11. september. Tá skal nevndin mannast av nýggjum, og nýggjur formaður skal finnast.
Viðkomandi skal eisini skriva undir við nýggjan høvuðsvenjara til besta mansliðið fyri 2025. Tað hava søgur gingið umr fyrr í ár, um at Jákup á Borg møguliga fór at gevast - millum annað vegna úrslit og órógv. Nú slær havnarmaðurin sjálvur fast, at dystirnir í september og oktober verða hansara seinastu sum oddamaður í B68.
- Eg skrivaði undir í trý ár, tí eg helt veruliga, at tað var nakað at byggja víðari á. Men eg tími ikki hetta órógvið rundan um B68, so tí havi eg boðað frá, at eg verið bara árið út.
Hetta sigur Jákup á Borg í dag við Frihedsbrevet. Samstundis kemur alment fram, at tað var fyrr í summar, at venjarin boðaði nevndini frá avgerðini. Jákup og B68 hava annars sáttmála fyri 2025 eisini.
Jákup á Borg endar, har sum hann byrjaði við B68: Í einum niðurflytingarstríði (Mynd: Sverri Egholm)
Fagrir dreymar um evropeiskan fótbólt vóru á Svangaskarð tíðliga í fjør. Talan skuldi vera um eina tilgongd, ið fekk B68 nærri teimum stuttligari plássunum - frammarliga í føroyskum fótbólti. Tað eydnaðist eisini at koma í steypafinaluna í fjør, hóast alt rumbli, men 29. august 2024 stendur felagi uttan formann og næstformann, við skuld, spurningum um hvussu tingini hava verið gjørd seinastu árini og skulu gerast næstu tíðini - og skjótt uttan karismatiska oddamannin við síðulinjuna.
B68 er á 8. plássi í Betrideildini, nú sjey umfør resta í. Eitt stig er niður til EB/Streym og niðurflytingarstrikuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald