Føroyska manslandsliðið vantar ein venjara. Håkan Ericson varð sagdur úr starvi mitt í oktober, og nú eru tríggir mánaðir til fyrstu uppgávurnar í HM-undankappingini 2025.
Leikskráin fyri føroyska manslandsliðið í HM-undankappingini í 2025:
22. mars Kekkia – Føroyar (kl. 19:45)
25. mars Montenegro – Føroyar (kl. 19:45)
9. juni Føroyar – Gibraltar (kl. 19:45)
5. sept. Føroyar – Frankaríki/Kroatia (kl. 19:45)
8. sept. Gibraltar – Føroyar (kl. 19:45)
9. okt. Føroyar – Montenegro (kl. 19:45)
12. okt. Føroyar – Kekkia (kl. 17:00)
14. nov. Frankaríki/Kroatia – Føroyar (kl. 19:45)
Kristin Dam Ziska váttaði fyri Portalinum í gjár, at Fótbóltssambandið fylgir løgdu tíðarætlanini, har tað eftir ársskiftið er ætlanin at fara undir samrøður við møguligar landsliðsvenjarar.
Les meira: FSF fer undir samrøður við møguligar landsliðsvenjarar eftir árskiftið
Vit spurdu aðalskrivaran um ein føroysk loysn er millum møguleikarnar og meira konkret: Verður U21-landsliðsvenjaratoymi roknað millum hesar?:
- Eyðun og Atli gjørdu eitt fantastiskt arbeiði fyri okkum til dystirnar í november. Vit kenna teir eisini væl frá U21 landsliðnum og vita, at teir megna uppgávuna. U21 venjaratoymið er sjálvandi ein møguleiki, sum vit eisini umhugsa, staðfestir Kristin Dam Ziska fyri Portalinum.
Eyðun Klakstein til eina av venjingunum undan fráferð til Armenia, har tað eydnaðist at vinna (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)
Atli Gregersen saman við Gunnari Vatnhamar eftir 1-0 sigurin hjá Føroyum í Yerevan - hann vissaði Føroyum sætið í Deild C í Nations League (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)
Sigurin í Armenia í november og framgonguhátturin hjá Eyðuni Klakstein við toymi hava gjørt sítt. Har eru tó helst nakrir útlendskir venjarar, sum eru í spæl í eisini.
Eyðun Klakstein hevur sáttmála við FSF fyri 2025 og 2026 - sum U21-landsliðsvenjari.
Atli Gregersen hevur verið hjálparvenjari hjá U21-landsliðnum síðani 2020. 42-ára gamli víkingurin var liðformaður hjá FM-vinnarunum og kosin ársins spælari í 2024. Tað er sum skilst ikki heilt endaligt, at Atli heldur fram at spæla í 2025.
Atli Gregersen lyfti FM-steypið í Sarpugerði stutt áðrenn hann var við at taka føroyska hópin til dystirnar í Armenia og Norðurmakedónia út (Mynd: Jens Kr. Vang)
Kristin Dam Ziska staðfesti við Portalinum, at líkamikið hvat verður tað stór avbjóðing hjá nýggja venjarunum í mars - síðani er skráin hjá føroyska manslandsliðnum tó "serliga góð" restina av 2025:
- At koma í bólk við 5 liðum var okkara fremsta ynski til lutakastið.Fyri nýggja venjaran verður tað ein stór avbjóðing av byrja við tveimum truplum útidystum í mars. Tá hesir báðir fyrstu dystirnir eru leiktir, sær dystarskráin tó serliga góð út restina av árinum. Umframt kappingardystirnar skulu vit leika tveir vinardystir – ein juni og ein í november. Samanumtikið enn eitt áhugavert landsliðsár, sum vit við spenningi gleða okkum til.
Atgongumerkjasølan til heimadystirnar í HM-undankappingini er byrjað. Nú í desember er avsláttur á 25 prosent fyri allan pakkan, boðar FSF frá.
Les allar útsagnirnar hjá FSF-aðalskrivaranum um landsliðsvenjarastøðuna HER
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald