Stóra heiðurslønin sum verður latin á ÍtróttaFAGNAÐINUM er Heiðursskjal Poul E. Petersen.
Endað varð við hesari heiðursløn ella heiðursskjali á ársins ítróttafagnaði. Hansina á Plógv fekk heiðursskjal Poul E. Petersen fyri sítt drúgva arbeiði fyri kappróðurin í Sandavági.
- Eg innstillaði hana í fjør, og eg gjørdi tað aftur í ár, og eg eri virkuliga glað. Hesi fólk hava uppiborið at blíva viðurkend, tí hon er ein eldsál, og eg veit ikki hvat kappróðurin í Sandavági hevði verið uttan Hansinu, sigur Beinta Henriksen, sum tilnevndi Hansinu at fáa heiðursskjalið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald