- Vit hava havt nakrar góðar dagar, har nógv hevur verið á skránni: Hava havt nógvar venjingar, gjøgnumgingið prinsippini, hava vitjað skúlar og roynt okkurt øðrvísi. Vit hava serliga arbeitt við, hvussu vit vilja spæla. Veðrið hevur spælt við, og vit hava millum annað fingið veruliga vant deyðbóltar, uttan at kuldi og vindur spælir inn. Tað eru tíggju mánaðir síðani, vit seinast spældu kappingardyst, og tí er av álvara ein spenningur í leguni.
Håkan Ericson setti á dagsins tíðindafundi á Tórsvølli orð á seinastu dagarnar hjá A-landsliðnum. Menninir hittust týsdagin og høvdu seinnapartin sína seinastu venjing undan dystinum móti Norðurmakedónia, sum er tann fyrsti hjá Føroyum í hesari Nations League-kappingini.
Svenski høvuðsvenjarin hjá Føroyum segði í sambandi við úttøkuna, at júst Norðurmakedónia má metast at vera favorittur í bólkinum við fýra liðum, meðan Føroyar helst fara at kappast við Lettlandi í “niðaru hálvu”. Dreymurin er tó um meira:
- Vit droyma um meira enn niðaru plássini og hava høg mál innanhýsis. Tó má tað mestast sum ein væleydnað Nations League fyri Føroyar, um vit halda okkum í Deild C aftur (í minst lagi ikki enda aftast).
- Um vit vilja bjóða av um fremstu plássini í bólkinum, so skulu vit hava stig í heimadystunum. Norðurmakedónia var til EM í 2021, hevur nakrar spælar við heilt høgari góðsku, men liðið verið nakað svingandi seinastu tíïna og hevur tapt teir tríggir seinastu dystirnar. Teir føla heilt vist, at teir skulu koma til Føroyar og vinna. Eg vænti ein opnan og spennandi dyst í morgin.
Håkan Ericson til venjingina í Hoyvík seinnapartin (Mynd: Sverri Egholm)
Frá tíðindafundinum á Tórsvølli. Hvør sínumegin Håkan Ericson eru Hans Erik Danielsen, miðlaovasti og Bárður á Reynatrøð, málverji (Mynd: Sverri Egholm)
Sí eisini: (Myndir: Løgdu seinastu hond á fyrireikingarnar í Hoyvík)
Tað eru ikki heilt nógvir føroyingar, sum gera vart við seg uttanfyri landoddarnar í løtuni. Teir á hægst stigi – Jóannes Bjartalíð og Brandur Hendriksson Olsen í norksa Fredrikstad – eru skaddir. Adrian Rúnason Justinussen ger tó bart í næstbestu deildini, og Andrias Edmundsson, Hørður Askham og Daniel Johansen eru allir skift eina deild upp. Teir síðstnevndu spæla nú í somu deild sum Adrian (næstbestu donsku), og Daniel er á sama liði: Hillerød. Andrias gav avboð til Baltic Cup í juni fyri at fullføra skiftið til Wisla Plock í næstbestu pólsku deildini. Hetta kann hava nógv at siga, staðfesti Håkan Ericson í dag, tá vit spurdu um týdngingin av, at spælararnir spæla á hægri stigi:
- Eg havi sagt tað leingi, og tað er ikki tíð, at eg ikki virði føroysku feløgini og venjingarmentanina har. Men spælararnir kunnu mennast á ein annan hátt uttanlands og fáa sum heild eisini fleiri tættari dystir á hægri stigi. Hetta kann flyta føroysku spælararnir So tað er gott, at fleiri standa seg væl uttanlands, og framvegis eitt ynski at fleiri taka stigið – hóast nógv skal til. Annars eri eg ógvuliga nøgdur við góðskauna á venjingunum hesa vikuna.
Hørður Askham varð fyri stuttum seldur: Roskilde úr næstbestu donsku deildini keypti 29-ára gamla havnarmannin leysan úr Akadeimisk Boldklub (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Andrias Edmundsson (t.h.) fór eisini eina hill hægri í summar í Póllandi. Gunnar Vatnhamar (t.v.) er íslendskur greipuvinnari og skal spæla deildarspæl í Conference League í heyst og vetur (Mynd: Sverri Egholm)
Sí eisini: Tríggir spæla nú á hægri stigi
Sí eisini: Andrias Edmundsson: Havi tikið ábyrgd í øllum mínum landsdystum
Landsliðsvenjarin fekk eisini spurning um, hvat hann heldur um heldur lítla áskoðaraáhugan til dystin móti Norðurmakedónia í morgin. Helst verða umleið 1.500 atgongumerki seld áðrenn klokkan 14 í morgin. Hetta segði Kristin Dam Ziska, aðalskrivari, við Kringvarpið fyrr í dag. Tórsvøllur tekur beint yvir 5.000 fólk.
- Eg undrist eitt sindur yvir, at áhugin ikki er størri – skilji tó væl støðuna og at dysturin er heldur tíðliga, í mun til hvat hóskar væl til føroysku áskoðararnir. Tað er tó ikki nakað, ið fyllur nakað hjá mær, staðfesti sviin, sum á fimta ári stendur á odda fyri føroyska A-landsliðnum.
Sí eisini: Ikki serliga stórur áskoðaraáhugi fyri landsdystinum leygardagin
Við á tíðindafundinum var málverjin Bárður á Reynatrøð. Tað er helst eingin ivi um, at Víkinga-málverjin byrjar inni í morgin, eins og hann gjørdi í venjingardystinum millum liðini í Skopje í fjør. Hetta var fyrsti A-landsdystur hjá nú 24-ára gamla leirvíkinginum.
- Tað er sum at fara inn í eina boblu, tá man er við A-landsliðnum. Henni eri eg í nú, og hugsavni meg so gott sum eg kann. Tað er ikki endaliga váttað, at eg byrji men geri meg kláran. Haldi eg havi víst í ár við Víkingi, hvat eg kann. Fari inn til uppgávuna sum var tað einhvør onnur, Vit er annars sera spentir til dystin og fara inn at spæla okkara møguleika og royna at vinna. Skulu taka av okkara møguleikum og finna røttu balansuna millum at tora at spæla og at vera kyniskir, staðfesti Bárður á Reynatrøð at enda.
Bárður á Reynatrøð setur orð á spenanndi uppgávuna hjá honum og liðnum, nú Nations League fer í gongd (Mynd: Sverri Egholm)
Sí eisini: Teitur Gestsson ikki við til fyrstu dystirnar
Videosamrøða við Bárð á Reynatrøð verður tøk á Portalinum um eina løtu.
Portalurin hevur beinleiðis blogg av Tórsvølli í morgin. Vit hava myndir av landsdystinum og taka aftaná samanum við teksti og samrøðum.
Nations League Deild C, bólkur 4
1. umfar, leygardagin 07.09
14.00: Føroyar - Norðurmakedónia
Atgongumerki kunnu keypast her
Kringvarpið vísir dystin, og FM1 hevur beinleiðis frásøgn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald