
Tvey stig og trý mál í seinastu EM-undankapping. Úrtøkan var heldur soltin í teimun átta undankappingardystunum og tveimum venjingardystunum í fjør, sjálvt um Føroyar ikki lótu so nógv mál inn, og í onkrum dystum kundu fingið meira burturúr.
Nú snýr tað seg um Nations League. Har hevur tað higartil sum heild gingist væl hjá Håkani Ericson og toymi: 1. pláss í bólkinum og uppflyting úr Deild D í 2020 og varðveitt pláss í Deild C, har Føroyar nú aftur skulu royna seg, í 2022. Tá fingu Føroyar átta stig í seks stigum, og tað var ikki so langt frá einum EM play-off plássi. Farið verður eftir nógvum stigum aftur hesaferð.
Sí eisini:
Gunnar Vatnhamar: - Vilja vísa føroya fólki at vit vilja vinna (Video)
Hørður Askham: - Ein sigur hevur givið heilt nógv (Video)
Tríggir spæla nú á hægri stigi
Fyrsta uppgávan er Norðurmakedónia, sum var til EM-endaspælið í 2021 og stendur sum favorittur í bólkinum. Tó eru føroysku vónirnar góðar, í mun til at bjôða av. Í tøttum venjingardysti millum liðini í Skopje í fjør endaði tað 1-0.
Allir 24 spælararnir í hópinum vandu í dag - Kristian Joensen hevur avloyst skaðadarvaða Teit Matras Gestsson sum ein av málverjunum. Eina løtu varð arbeitt við at gjøgnumganga deyðbóltar og annað taktiskt, áðrenn spælt varð á smærri økjum.
Sí eisini: Teitur Gestsson ikki við til fyrstu dystirnar
Vant varð í Hoyvík tí útiliðið hevur fyrsta rætt til Tórsvøll dagin fyri dyst og vildi gjarna venja umleið eitt samdøgur áðrrenn fyrsta bríksl í morgin. Í føroysku leguni høvdu teir sama ynski um tíðaráseting og vandu tí í góðveðrinum í Hoyvík.
Sí myndir niðanfyri:
-
Hoyvíksvøllurin var karmur um dagsins venjing
-
Hanus Sørensen, Meinhard Egilsson Olsen, Pætur Petersen, Daniel Johansen, og Mads Boe Mikkelsen
-
Nakrir áskoðarar vóru til venjingina á Hoyvíksvøllinum
-
-
Viljormur Davidsen
-
Gunnar Vatnhamar og Håkan Ericson
-
Hørður Heðinsson Askham
-
Petur Knudsen og Gunnar Vatnhamar
-
-
Jann Benjaminsen og Andrias Edmundsson
-
Rene Shaki Joensen, Arnbjørn Svensson og Magni Mohr (Mynd: Sverri Egholm)
-
Kristian Joensen (Mynd: Sverri Egholm)
-
Bárður á Reynatrøð
-
Hans Erik Danielsen, miðlafólk hjá FSF, og Kristian Joensen
-
Pætur Petersen, Klæmint Andrasson Olsen og Adrian Justinussen
-
Hørður Heðinsson Askham
-
Sølvi Vatnhamar og liðfelagin í Víkingi, Arnbjørn Svensson
-
Hanus Sørensen og Sølvi Vatnhamar
-
Meinhard Egilsson Olsen og Hanus Sørensen
-
-
Jóannes Kalsø Danielsen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald