- Eitt úrslit er ikki bara at fara niður og tapa við einum ella tveimum,. og so kann man kanska gera okkurt í Føroyum. Nei, vit vilja koma aftur við onkrum ordiliga brúkbærum. Tað vil siga í minsta lagi ein javnleik. Um vit enntá megna at vinna, hevði tað verið optimalt.
Soleiðis segði Jákup Thomsen, tá Portalurin og FM1 fingu orðið á HB-áleyparin áðrenn frá ferð til Skotlands.
Har spælir HB klokkan 19.45 í kvøld fyrra Conference League-dystin móti Motherwell. Jákup Thomsen skoraði málið í javnleikinum móti Brøndby í fjør, og staðfestir at talan kann verða um líknandi dystir. Hugburðurin skal í øllum vera har, at tað ber til.
Hoyr alla samrøðuna við Jákup Thomsen her
Sí eisini: HB'arnir hava gjørt seg til reiðar í Skotlandi
------------------------------------------------------
Conference League 2. umfar
Fyrri dysturin, hósdagin 23. juli á FIR Park
19.45: Motherwell - HB
Til ber at fylgja við ovast á Portalinum
Dysturin kann stroymast fyri eitt gjald á solidsport.com
Sí eisini: - Vit spælarar kunnu bert hava ávirkan á vøllinum og hugsavna okkum ikki um annað
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald