Fótbóltur

- Vit fara sjálvandi inn fyri at vinna

Men møguleikin fyri stigum liggur serliga týsdagin móti Hvítarusslandi, staðfestir Emil Weihe Joensen. Miðvallarin hjá formsterka EB/Streymi hevur havt U21-landsliðið sum eitt av sínum málum í ár.

- Vit fingu fleiri spælarar inn í summar, sum hava gjørt tað væl, og so er serliga Dabo komin ordiliga í gongd. Soleiðis sigur Emil Weihe Joensen um góðu gongdina hjá EB/Streymi. Mongu spælminuttirnir og góðu avrik hansara har, hava eisini gjørt, at 20-ára gamli miðvallarin er komin á U21-landsliðið (Savnsmynd: Sverri Egholm)

- Vit fingu fleiri spælarar inn í summar, sum hava gjørt tað væl, og so er serliga Dabo komin ordiliga í gongd. Soleiðis sigur Emil Weihe Joensen um góðu gongdina hjá EB/Streymi. Mongu spælminuttirnir og góðu avrik hansara har, hava eisini gjørt, at 20-ára gamli miðvallarin er komin á U21-landsliðið (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-10-11 11:43 Author image
Agnar Prestá
placeholder

 - Tað er ein blanding av nógvum tingum. Høvdu nógvar góðar dystir áðrenn summarferiuna - kanska serliga móti liðunum omanfyri okkum. Vit spældu væl, men tað síðsta manglaði.

Soleiðis svarar Emil Weihe Joensen, tá Portalurin spyr hann, hví tað hevur gingist so væl hjá EB/Streymi í seinastuni. Liðið hevur vunnið fimm av teimum seinastu sjey dystunum og hevur harvið tryggjað sær sæti í Betrideildini.

20-ára gamli hartarbeiðandi og bólttryggi miðvallarin hevur verið ein av orsøkunum til góðu gongdina. Emil peikar tó sjálvar á aðrar viðleikarar og tað at nógvir í EB/Streymi hava flutt seg rætta vegin - saman:

- Vit fingu fleiri spælarar inn í summar, sum hava gjørt tað væl, og so er serliga Dabo komin ordiliga í gongd. Hann og Filip merkja nógv fyri álopskenda spælið. Fleiri spælarar, sum kanska ikki hava so nógvar royndir í Betrideildini, hava tikið seg fram gjøgnum árið, og so er alt onkursvegna gingið upp í eina hægri eind: - Hava arbeitt hart fyri hvørjum øðrum og levera úrslit.

U21 hevur verið eitt mál í ár

Emil Weihe Joensen hevur nú spælt í Betrideildini í fýra ár - við fýra ymiskum liðnum. Fyrstu tvey árini vóru niðurflytingsár við ávikavist ÍF og Skála, men Emil fekk nógvar minuttir og harvið viriðsmiklar royndir. Í B36 í fjør vann havnarmaðurin seg meira og meira inn ímóti "start 11", men Emil varð leigaður út til EB/Streym fyri 2024.

Hetta hevur sæð út til at vera eitt sunt skifti - og heilt gott fyri báðar partar. Eftir at hava arbeitt saman við Sigfríði Clementsen og havt púra fastan og stóran leiklut á einum Betrideildarliði er Emil Joensen í heyst komin á U21-landsliðið. Júst EB/Streymur er best umboðaða felagið á U21-landsliðnum við fimm spælarum.

- Tað er altíð stuttligt at vera við á einum landsliði. U21 hevur verið eitt mál - serliga í ár tí eg havi spælt meira við EB/Streymi, enn eg gjørdi við B36 í fjør. Kom við eftir nøkur avboð seinast, segði sjálvandi ja og tað var stuttligt at koma inn eina løtu móti Grikkalandi. Nú varð eg so úttikin beinanvegin, so tað er kanska eitt sindur ørvísi. Eg royni bara at gera mítt besta til hvørja venjing, so eg kanska sleppi at spæla.

[object Object]
Emil Weihe Joensen í dysti fyri Skála í 2022 (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Vit spurdu til seinast Emil Weihe Joensen, hvussu hann og liðfelagarnir síggja uppá uppgávurnar móti Portugal (í dag) og Hvítarussland (týsdagin) - tær seinastu í undankappingini: 

- Portugal verður ein stór avbjóðing. Tað er stuttligt á tann hátt, at man kann meta seg móti eitt av teimum allarbestu liðunum í Evropa. Hvítarussland er ikki á eins høgum stigi men framvegis eitt heilt gott lið. Á heimavølli móti teimum skulu vit fara inn at vinna dystin - tað gera vit sjálvandi eisini móti Portugal, men møguleikin fyri stigum er serliga góður týsdagin. Og vónirnar eru góðar - serliga nú vit eru á heimavølli.

Sí eisini: U21: Stór og spennandi uppgáva í Klaksvík seinnapartin

Sí eisini: Eyðun Klakstein: - Eitt av teimum bestu ungdómsliðunum í Evropa

U21 EM-undankapping
Næstseinasta umfar - við Djúpumýru, fríggjadagin 11.10
16.00: Føroyar - Portugal

Støðan í bólkinum - tíggju umfør eru:

[object Object]
Talva: FaroeSoccer

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder