
Almere, Niðurlond (Portalurin): - Tað vóru nógv fín ting í okkara álopsspæli og okkara kontraspæli mikuvøldið, sum vit kunnu endturnýta. Vit royna eisini at betra um hetta. Okkara stóra uppgáva er at avmarka teirra tal av málum. Tað verður sjálvandi ikki lætt - serliga ikki um Luc Steins spælir, men vit hava nøkur ting í okkara spæli, sum vit vilja avbjóða teir við.
Soleiðis segði Peter Bredsdorff-Larsen við Portalin, beint eftir venjingina í gjárkvøldið. Har hevði føroyska liðið millum annað arbeitt við verjuspælinum, sum skal sita væl í løtum seinnaapartin fyri, at man skal fáa eitt gott úrslit.
Sí eisini: Føroyingar fyrireika seg til at skapa fólkaveitsluna (Myndir)
Tað verður ikki lættari, nú tað sær út til at PSG-spælskiparin og besti hondbóltsspælarin við niðurlendskum passi fer at spæla ein leiklut: Í mun til javnleikin við Tjarnir er Luc Steins á listanum í dag
- Spælið hjá Niðurlondum broytist "dramatiskt", tá tað nú sær út til. at Steins spælir. Tað er serliga viðvíkjandi ógvuliga høgari ferð og við nógvum flottum krossingum. Tað verður minni einfalt enn í Føroyum, og vit fáa nóg mikið at taka okkkum av.
Hóparnir til dagins dyst. Nummar 22 er størsta stjørnan hjá Niðurlondum - spælskiparin var ikki við í Føroyum vegna skaða men kann fáa leiklut í dag
Luc Steins til HM-endaspælið í januar (Mynd: EPA)
Tað er ikki vist, at Steins - sum fekk vøddaskaða seinasta vikuskifti - fær spælt fullan dyst.
Dysturin millum nummar eitt og tvey klokkan 14 kann fáa stóran týdning í tætta bólkinum. Beint nú sær tað avgjørt út til, at trý lið koma víðari úr hesum bólkinum, og so skal man halda seg burtur frá 4. plássinum, staðfestir Peter Bredsdorff-Larsen.
- Tað snýr seg um at skava stig saman. Um man hyggur eftir stigatalvuni, sær tað ikki út til at vera nakar ivi um, at nummar trý í okkara bólki kemur víðari til EM. Men so snýr tað seg um at sleppa undan 4. plássinum - har skulu Føroyar ikki enda men tað sær út til, at øll kunnu enda har; eisini Niðurlond um vit megna at vinna her í morgin.
Øll stig telja av álvara, og tí er nógv uppá spæl tá umleið 1.000 føroyingar fara í høllina her í dag.
Sí eisini: Enn eitt føroyskt fylgi og trummrnar koma uppá pláss
Sí eisini - Video
Kristian og Sverri: - Hetta vildu vit uppliva aftur
Óli Mittún: - Hetta verður sum at spæla á heimavølli
Kringvarpið vísir dystin, og Rás2 sigur frá.
Portalurin er á staðnum við beinleiðis blogg, frá tí at upphitingin byrjar klokkan 11 føroyska tíð, og hann koyrir til eftir dystin. Vit hava eisini nógvar myndir, samrøður og samanumtøku úr Niðurlondum.
Undankappingin til EM 2026 - 3. umfar av seks
4. umfar, sunnudagin 16.03
14.00: Niðurlond - Føroyar
17.00: Ukraina - Kosovo
Støðan eftir trý umfør:
1. Niðurlond 4 stig
2. Føroyar 3 stig
--------------------
3. Kosovo 3 stig
4. Ukraina 2 stig
Trý umfør eru eftir. Nummar eitt og tvey í bólkinum fara víðari til EM-endaspælið í januar. Fýra teir bestu trý'arnir av teimum átta í undankappingini - teir sum vinna sær flest stig móti ovaru liðunum - sleppa víðari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald