
Klokkan 17 er fyrsta bríksl í sjeynda dystinum hjá Føroyum í EM-undankappingardystinum. Hetta er áttandu ferð, at Rumenia og Føroyar bresta saman í undankappingardysti.
Les eisini: Rumenia hevur fult tamarhald á Føroyum
Einki stig er komið til høldar enn móti teimum gulkløddu, og null stig eru á kontoini í hesari undankappingini hjá okkara monnum. Tað byrjaði illa við 2-1 ósigri á Malta í mars, og hetta tapið nívir enn hjá Halli. Hetta segði 27-ára gamli miðvallarin í samrøðu við FSF Varpið seinnapartin hósdagin, tá føroyska liðið hevði venjing.
Sí eisini: Gunnar Nielsen: - Fokusera bara uppá Rumenia
Tá sat Hallur uttanfyri. Hann spardi seg til dystin í kvøld, tí økulin darvar enn. Orkuríki og dugnaligi miðvallarin við 44 landsdystum var millum teir ellivu í vesti, tá taktisk venjing var á skránni hósmorgunin, og alt bendir á, at Hallur er førur fyri at byrja inni í kvøld.
Les eisini: Jóan Símun Edmundsson verður helst uttanfyri frá byrjan
Hallur Hansson vandi aftur við í gjármorgunin, og hann segði við FSF Varpið, at man var uppsettur uppá, at rinda áskoðarum nakað av tí aftur, ið liðið følir at tað veruliga skyldar nakað.
Vit eru á Tòrsvølli í kvøld, har vit dagføra frá dystinum, taka samanum og hava myndir og viðmerkingar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald