Fótbóltur

Jóan Símun Edmundsson verður helst uttanfyri frá byrjan leygardagin

Landsliðið hevði í morgun fyrru venjingina av tveimum í dag á Tórsvølli.

Tað eru ábendingar um at Jóan Símun, byrjar á bonkinum leygardagin. Myndin er frá venjingini í gjár (Mynd: Sverri Egholm)

Tað eru ábendingar um at Jóan Símun, byrjar á bonkinum leygardagin. Myndin er frá venjingini í gjár (Mynd: Sverri Egholm)

2019-10-10 14:32 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Fyrireikingarnar til dystin hjá føroyska A-landsliðinum móti Rumenia eru í gongd í løtuni. Fyrrapartin vandi liðið fyri aðru ferð, síðani hópurin kom saman aftur. Hetta var tann fyrra av tveimum venjingum í dag. Allir mans vandu við, og sóu út til at vera væl fyri, hóast onkrir hava drigist við smáar snuddir.

Myndir: Fyrsta føroyska venjginin í regninum

Fyrstu umleið trý korterini vórðu nýtt til upphiting, nakað av samanspælið við millum annað avleveringum og sokallaða “rondo”(har tveir mans eru í miðjuni og royna fanga bóltin). Síðani var farið yvir til tað meir taktiska, har denturin var lagdur á verjuspælið, áðrenn endað var við spæl á tvey mál.

Í tí taktiska partinum var áhugavert at síggja, at Jóan Símun Edmundson ikki sá út til at vera millum teir fyrstu ellivu. Annars líktist liðið tí, ið spældi niðri í Spania fyri einum mánað síðani, har spælt verður í einari 3-4-3/5-4-1 leikskipan. Einasta broytingin í mun til tann dystin, sær út til at vera at Gilli Rólantsson kemur inn fyri Jóan Símun Edmundsson, og kemur inn á høgra vongbakk, meðan Sølvi Vatnhamar verður fluttur longur fram.

[object Object]Gilli Rólantsson spældi ikki móti Svøríki og Spania orsakað av heilaskjálvta. Nú er hann við aftur - her í dysti í Rumenia í mars (Mynd: Sverri Egholm)


Hvørjar orsøkirnar eru til, at Lars Olsen velur at byrja við Jóan Símun á bonkinum, kunnu vit bara gita okkum til. Hugsast kann at knæið framvegis darvar, og at man vil hava hann so frískan sum gjørligt til týðandi dystin móti Malta týsdagin, har vónirnar fyri einum sigri eru góðar.

Landsliðið venur aftur kl. 16. Dysturin móti Rumenia verður leygardagin klokkan 17.00

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder