Fótbóltur

- Zlatan svíkir Malmö

Svenski stórspælarin hevur keypt fjórðingin í Stockholm-felagnum Hammarby.

Zlatan Ibrahimovic í landsdysti móti Føroyum (Savnsmynd: EPA)

Zlatan Ibrahimovic í landsdysti móti Føroyum (Savnsmynd: EPA)

2019-11-27 14:14 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Aldraða svenska fótbóltsstjørnan, Zlatan Ibrahimovic, er nú vorðin medeigari av professionellum fótbóltsfelag.

Við svenska Aftonbladet váttar hann, at hann hevur keypt ein fjórðing í felagnum Hammarby, sum spælir í ovastu fótbóltsdeildini, Allsvenskan.

Í gjár tók Ibrahimovic allar fótbóltsáhugaðar sviar á bóli, tá hann legði út ein film við einari Hammarby-troyggju. Á bakinum stóð "Ibrahimovic", men ongin frágreiðing um hann kanska var vorðin nýggjur spælari í felagnum ella hvat.

 
 
 
 
 
Vis dette opslag på Instagram
 
 
 
 
 
 
 
 
 

@hammarbyfotboll

Et opslag delt af Zlatan Ibrahimović (@iamzlatanibrahimovic) den

 

Tað vísti seg tó, at Ibrahimovic nú er vorðin eigari í felagnum.

Við Aftonbladet sigur Zlatan, at hann gleðir seg til at gerast ein virkin partur av felagsskapinum handan liðið hjá Hammarby, tá hansara starvsleið sum aktivur fótbóltsspælari er av.

Zlatan hevur keypt helmingin av eigaraskapinum hjá einum amerikanskum íløgufelag í felagnum handan Hammarby.

Men tað er ikki longur enn í síðsta mánaði, at heimbýurin hjá Zlatan, Malmö, reisti eina standmynd av stóra fótbóltsleikaranum uttan fyri stóra leikvøllin í býnum.

Men fagnaðurin yvir standmyndina er nú vend til vreiði í Malmö eftir at tað frættist, at Zlatan hevur keypt seg inn í eitt Stockholm-felag.

- Tað er synd fyri Zlatan. Hann hevur brent allar brýr til Malmö FF. Hann er ikki longur tann fyrimyndin hann var hjá fjepparunum, sigur formaðurin fyri fjepparafelagið hjá Malmö FF við SVT.

Zlatan spældi við Malmö FF frá 1999 til 2001, tá hann varð seldur til Ajax Amsterdam fyri eina metupphædd á 80 milliónir svenskar krónur.

Síðan hevur hann spælt fyri stórfeløg sum Juventus, Inter, Barcelona, Milan, PSG, Manchester United og LA Galaxy.

[object Object]
Í farna mánaði varð stór standmynd av Zlatan reist uttan fyri leikvøllin í heimbýnum, Malmö (Mynd: EPA)

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder