Tað er sjálvdan, at tað er slíkur klassamunur at síggja í Premier League, sum tað var á St. Mary's leikvøllinum í gjárkvøldið. Í nógva regninum vassaði Leicester í málmøguleikum og málum og setti met.
Tað skal sigast, at Southampton spældi við einum leikara í undirtali í áleið 80 minuttir, tí dugnaligi vinstri vongbakkurin Ryan Bertrand fekk beinleiðis reytt kort í 12. minutti. Tá var longu 1-0 til Leicester, og gestirnir vóru náðileysur ígjøgnum allan dystin. Liðið hjá Brendan Rodgers, sum vann sín sætta sigur í kappingarárinum, koyrdi allatíðina á fyri at fáa fleiri mál, og tað eydnaðist at skora níggju.
Ayoze Perez og Jamie Vardy skoraðu báðir hattrick, og hetta er heilt óvanligt. Ben Chilwell skoraði til 1-0, Youri Tielemans til 2-0 og James Maddison skoraði til 8-0 við sera góðum frísparki. Tá vóru sera fáir heimaáskoðarar eftir.
Við brotssparksmálinum hjá Vardy í yvirtíðini kom Leicester undir liðina á Manchester United, tá talan er um størsta Premier League sigur nakrantíð. United vann 9-0 á Ipswich í 1995. Hetta var á Old Trafford, so sigurin í gjár var størsti útisigurin í Premier League-søguni.
Við sigrinum kom Leicester upp á 2. plássið, og er nú fimm stig aftanfyri Liverpool, ið spælir móti Tottenham. Manchester City kann yvirhála Leicester við at fáa stig á heimavølli móti uppflytarunum Aston Villa í dag.
Premier League 10. umfar
Dystirnir í dag:
12.30: Manchester City - Aston Villa
15.00: Brighton - Everton
Watford - Bournemouth
West Ham - Sheffield United
17.30: Burnley - Chelsea
Oddurin:
1. Liverpool (25 stig)
2. Leicester (20 stig) *
3. Manchester City (19 stig)
4. Chelsea (17 stig)
Fótbóltur
0-9 í Southampton
Metið fyri størsta sigurin í Premier League varð javnað í gjárkvøldið, tá Leicester skræddi Southamtpon sundur í fyrsta dystinum í 10. umfari. Talan var um størsta útisigur nakrantíð, og liðið hjá Rodgers er á 2. plássi í løtuni.
Leicester-leikararnir fegnast eftir mál frá Jamie Vardy, nummar 9, ið tryggjaði Leicester ein søguligan sigur (Mynd: The Guardian)
2019-10-26 08:00
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald