Eftir trý ár í Betrideildini varð ikki mett at grundarlag var fyri, at 07 Vestur skuldi spæla í fremstu røð hjá kvinnum í 2024. Einki vaksnamannalið yvirhøvur hevur verið á kvinnusíðuni í Vágum í ár men í 2025 verður øðrvísi.
Í vikuni hevur 07 Vestur boðað frá, at felagið verður umboðað i Betrideildini hjá kvinnum næsta ár eisini.
- 07 Vestur hevði einki lið í Betri deildini hjá kvinnum í 2024, og tískil skiftu fleiri av okkara leikarum til onnur feløg. Tað hevur verið eitt ynski um at fáa eitt kvinnulið hjá 07 Vestur við aftur í Betri deildina.
Samstundis varð boðað frá, at Eilish McSorley verður venjari tvey tey næstu árini. 31-ára gamla skotska kvinnan var yrkisspælari í heimlandinum, í Italia og í Svøríki. Hon spældi eisini 20 A-landsdystir fyri Skotland, umframt nógvar ungdómslandsdystir.
Fyri tveimum árum síðani gavst McSorley at spæla og fór undir venjaraleiðina. Hendan heldur nú fram hjá 07 Vestur. Har verður uppgávan at standa á odda fyri besta kvinnuliðnum, umframt at hava høvuðsábyrgdina av førleikamenningini hjá ungu gentuleikarunum í felagnum.
07 Vestur skrivar:
Tað er við spenningi og gleði at vit kunnu almannakunngera, at felagið hevur sett Eilish McSorley sum høvuðsvenjara hjá kvinnunum og gentunum hjá 07 Vestur. Avtala er gjørd fyri 2 ár.
07 Vestur hevði einki lið í Betri deildini hjá kvinnum í 2024, og tískil skiftu fleiri av okkara leikarum til onnur feløg. Tað hevur verið eitt ynski um at fáa eitt kvinnulið hjá 07 Vestur við aftur í Betri deildina.
Tískil er tað við gleði, at vit kunnu kunngerða, at Eilis McSorley fer at standa á odda fyri kvinnuliðnum komandi 2 árini, og hon fer eisini at hava høvuðsábyrgdina av førleikamenningini hjá okkara ungu gentuleikarum í felagnum.
Dentur verður lagdur á, at høvðusvenjarin er við til at førleikamenna kvinnu- og gentufótbóltin hjá 07 Vestur sum heild, skipa førleikastig fyri ymsu aldursbólkarnar hjá gentunum og verða við til at lyfta kvinnu- og gentufótbóltin á eitt hægri støði. Hetta tekur tíð, og tískil skal hetta gerast við einari javnari tilgongd komandi 2 árini.
Eftir at at hava spælt yrkisfótbólt í m.a. Glasgow City, Sassuolo og Våsterås gavst hon við yrkisfótbóltinum í 2022 og bleiv tá venjari í staðin. Eilish hevur eina Bachelor í ítrótti. Hon hevur seinastu tíðina havt egið fótbólts-akademi samstundis, sum hon hevur verið hjálparvenjari og høvuðsvenjari hjá FC Girvan U20 monnum. Í 2024 fekk hon UEFA B-lisens venjaraprógv.
Vit í 07 Vestur eru errin av, at Eilish verður ein partur av komandi venjaratoyminum hjá kvinnuliðnum hjá 07 Vestur og meta vit, at hon við sínum profili fer at verða ein týdningarmikil partur av menningartilgongdini í fótbólti hjá gentum og kvinnum í felagnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald