30 ára gamli Christian Restorff Mouritsen og 07 Vestur skrivaðu í gjárkvøldið undir ein eitt ára sáttmála. Hetta skrivar jn.fo.
Í gjár var seinasti møguleiki at fáa nýggjar leikarar í hópin. Tað var ógvuliga friðarligt; liðini í Betrideildini hava fingið sítt uppá pláss, nú kappingin er farin í gongd. 07 Vestur fekk tó skaffað sær seinasta styrkin til at hjálpa liðnum at flyta upp aftur.
Talan er um ein leikara við nógvum royndum. Álopskendi og tekniskt sterki Christian Restorff Mouritsen hevur leikt 172 dystir í bestu deildini, har hann hevur skorað 43 mál. Christian hevur eisini umboðað føroyska A-landsliðið. Skaðar hava darvað hann nógv. Í fjør var Christian partur av B36-hópinum, men leikti bara tveir teir fyrstu dystirnar í Betrideildini. Hann hevur áður bert umboðað barndómsfelagið, HB, her í Føroyum.
07 Vestur tekur í dag ímóti Víkingi á heimavølli í 2. umfari í 1. deild
Fótbóltur
07 Vestur fingið markantan styrk
Áðrenn flytingarvindeygað lat aftur í gjár gjørdu 07 Vestur avtalu við Christian R. Mouritsen.
Christian Mouritsen - her fyri B36 í 2017 - skal nú umboða 07 Vestur (Mynd: Bjarni Enghamar)
2019-03-16 11:33
Keldur: Jn.fo og Faroe Soccer
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald