07 Vestur fekk í 2022 ein ungan danskan høgra bakk til landið, sum síðani hevur staðið seg heilt væl í føroyskum fótbólti.
Mathias Voss var nakað yngri tá, í mun til hvat Casper Gedsted Hansen er nú, men nú roynir 07 Vestur seg við enn einum donskum høgra bakki, sum burdi havt nógv góð ár eftir í sælr.
Í gjár kunngjørdi felagið, at avtala er gjørt við "evnaríka danan" Casper Gedsted.
- Casper er 22 ára gamal. Hann bleiv tikin inn í ungdómsdeildina hjá Aab sum 13 ára gamal. Hann spældi sín fyrsta dyst fyri Aab í Superliguni í mars 2022. Hann hevur síðani spælt 7 dystir í superliga fyr Aab og 21 dystir fyri HB Køge í næstbestu og triðbestu deildini í Danmark.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald