Fótbóltur

07 Vestur missir Hagen til Noregs

Marius Hagen hevði bert sáttmála við vágafelagið summarið yvir.

(Mynd: Strømmen IF)

(Mynd: Strømmen IF)

2021-08-17 08:42 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í vikuskiftinum var hann avgerandi leikarin, tá 07 Vestur vann týdningarmiklan sigur móti EB/Streymi í niðurflytingarstríðnum í Betri deildini.

Men dysturin sunnudagin, ið var hansara sætti fyri vágafelagið, gjørdist eisini tann seinasti fyri norðmannin Marius Hagen á føroyska liðnum.

Í gjár boðaði norska felagið Strømmen IF, sum spælir í næstbestu deildini í Noregi, at tað hevur tryggjað sær sáttmála við kreativa miðvallaran.

Marius Hagen kom í vár til 07 Vestur á ein stutttíðar sáttmála fyri summarið. Sambært heimasíðuni hjá Strømmen IF var tað alla tíðina ætlanin hjá honum at venda aftur til Noregs, tá skúlarnir byrjaðu aftur.

Komandi felag hansara verður nú Strømmen IF, nærhendis Oslo. Strømmen IF liggur í løtuni á 13. plássi í næstbestu norsku fótbóltsdeildini, beint oman fyri niðurflytingarstrikuna. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder