Fótbóltur

07 Vestur og ÍF leggja fyri leygardagin

Fyrsta bríksl í Sørvági verður klokkan 17. Hinir fýra dystirnir í 1. umfari byrja sunnudagin klokkan 15 - her er eitt yvirlit.

07 Vestur hevur fingið støðufesti í Betrideildini, og vágamenn skulu nú royna at byggja uppá. Uppflytari vitjar á Dungasandi leygardagin (Mynd: Sverri Egholm)

07 Vestur hevur fingið støðufesti í Betrideildini, og vágamenn skulu nú royna at byggja uppá. Uppflytari vitjar á Dungasandi leygardagin (Mynd: Sverri Egholm)

2023-03-01 10:43 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sunnudagin varð stórsteypadysturin spældur á Tórsvølli. Hetta var almenna startskotið til kappingarárið 2023 - nú í vikuskiftinum verður spælt um stig.

Sí eisini: 
KÍ endurvann stórsteypið eftir brotssparkskapping
Myndir: KÍ-Víkingur

Byrjað verður har vesturi. Ein dystur er lagdur leygardagin 4. februar. Tað er kanska heldur keðiligt, at tað er júst hendan dagin, at 07 Vestur skal spæla sín fyrsta heimadyst. Hetta tí at SÍ er í steypafinaluni hjá bæði kvinnum og monnum, og finalurnar í høvuðsstaðnum eru partvíst beint áðrenn, partvíst samstundis og partvíst aftaná dystin á Dungasandi, ið verður bríkslaður í gongd klokkan 17.

Hinvegin kemur størri fokus á ein áhugaverdan dyst, har eitt 07 Vestur lið við nýggju profilunum Magnusi Holm Jacobsen og Uros Stojanov og spennandi unga vonginum Jóhann Hanssyni Joensen, umframt øðrum ungum, dugnaligum spælarum tekur ímóti einum uppflytara.

Hjá ÍF er í løtuni stórt ivamál, um nakar av nýggju útlendsku spælarunum fær verið við, av tí at pappírarbeiði ikki er komið uppá pláss, og danin Ruben Møller Nielsen er skaddur. Nakrir ungir spælarar verða í øllum førum kastaðir fyri leyvurnar, nú fuglfirðingar aftur skulu stríðast í fremstu røð.

[object Object]
Gøtumaðurin Elias Lervig hevur tvey tey seinastu árunum verið partur av ÍF-liðnum, og er hann ein av meira royndu føroysku spælarunum á liðnum hjá Aleksandar Jovevic. Leygardagin gongur leiðin hjá teimum til Sørvágs (Mynd: Sverri Egholm)

Sum heild eru dystirnir í ár rímiliga væl spjaddir út, men sunnudagin eru fýra dystir á skránni, og byrja allir tað klassiska tíðspunktið: Klokkan 15.00. Størsti spenningur er á pappírinum um dystirnar í Sarpugerði og í Hólmanum - EB/Streymur spælir í ár sínari heimadystir á Eiði. Har er longu talan um eina møguliga lyklauppgerð, tí AB vitjar. Tað er tað eisini í Sarpugerði, tí B36 vil blanda seg millum tey allarfremstu, og Víkingur hevur helst ikki ráð at missa ov nógv stig í oddastríðnum.

HB hevur styrkt seg í vetur og er á sum so stórfavorittur móti B68, men Jákup á Borg og hansara menn fara so ikki í Gundadal at leggja seg niður. Spennandi verður at síggja, um teir megna at tálma monnum sum Mikkel Dahl, Mads Borchers og Adrian Rúnasson Justinussen.

TB fer ein sannan elddóp í sínari afturvendan til Betrideildina: Aldursforsetin vitjar tvífaldu føroyameistararnar, sum partvíst eru í nýggjum hami, við Djúpumýru. Á pappírinum eigur ikki at vera ivi um, hvar stigini fara í hesum dystinum.

Betrideildin menn 2023, 1. umfar
Leygardagin 04.03

17.00: 07 Vestur  - ÍF

Sunnudagin 05.03
15.00: 
Víkingur - B36
HB - B68 
EB/Streymur - AB (Eiði)
KÍ - TB

Portalurin fer at fylgja Betrideildini tætt í 2023. Seinni í dag liggur okkurt upptaktstilfar klárt, og meira er á veg. Vit verða eisini millum annað til dystin í Sørvági í 1. umfari, og hava myndir, tekst, støðudagføringar (livescore) og videosamrøður.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder