Fótbóltsfeløgini í Vágum, 07 Vestur og MB hava seinastu tíðina havt samráðingar um gentufótbólt í oynni, og boða í kvøld frá, at samstarv verður tikið upp.
- Tey sum fylgja við kvinnufótbólti vita, at tað er ein avbjóðing at fáa nóg mikið av gentum at spæla fótbólt. Soleiðis er eisini hjá okkum. Um kvinnufótbóltinum skal verða lív laga í Vágum, mugu allar góðar kreftir standa saman. Við hesum samstarvi vóna feløgini at venda gongdini og økja leikaratalið, so at fleiri gentur gerast virknar og fáa tilknýti til ein góðan og sunnan felagsskap, skrivar 07 Vestur á heimasíðuni.
Feløgini hava í fyrstu atløgu avgjørt at samstarva um gentuliðini U11, U13 og U16.
Sørvágs kommuna er longu farin undir útbyggingar á Dungasandi og Vága kommuna hevur skift vøllin í Sandavági. Harafturat er Vága kommuna sinnað at gera íløgur í hølis- og vallarviðusskiftini bæði í Miðvági og Sandavági.
Feløgini bæði siga, at eydnast hetta samstarvið væl, verður miðað ímóti at víðka samstarvið til eisini at fevna um lið í bestu kvinnudeildini, um ikki alt ov langa tíð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald