Í einum dysti, har regn og serliga vindur ávirkaði nógv, fekk 07 Vestur síni fyrstu stig í Betri deildini í ár.
B68 var á vitjan á Dungasandi í Sørvági, og hevði undanvind í fyrra hálvleiki. Hetta gav stórar fyrimunir, og tað var eisini B68, sum hevði trýstið mesta partin av fyrra hálvleiki, men eisini allan dystin.
Eitt sum var sermerkt við hesum dystinum millum uppflytararnar var, at dómarin Eiler Rasmussen tríggjar ferðir peikaðir á blettin í sekstanmetrinum.
Tonni Thomsen legði B68 á odda 1-0 tá 31 minuttir vóru farnir við brotssparki. Hetta var eisini støðan tá liðini fóru til hálvleik.
Í øðrum hálvleiki var dramatikkur fyri allar pengarnar. 07 Vestur hevði undanvind, og tá 63 minuttir fingu vágamenn fríspark, og bólturin fór allan vegin í mál. Jóannis á Steig varð skrásettur fyri málið.
Bara ein minutt seinni var brotsspark í hinum endanum, og Dann Fróðason hjá 07 Vestur fekk reytt kort. Aftur setti Tonni Thomsen bóltin í netið, og so vóru toftamenn aftur á odda í dystinum.
Í 77. minutti var aftur javnt eftir deyðbólt, men málið bleiv skrásett sum sjálvmál.
Tá bara fimm minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini kókaði millum heimaáskoðararnar. Eftir innlegg frá Jóannis á Steig kundi Eiler Fróðason seta bóltin í netið til 3-2.
Í tíðini sum dómarin hevði lagt afturat, var dramatikkur aftur. Dómarin peikaði enn einaferð á blettin og Tonni Thomsen slapp aftur at royna seg við brotssparki fyri triðju ferð. Hesaferð riggaði tó ikki, og Silas Eyðsteinsson í 07 Vestur-málinum bjargaði.
Frøi millum heimaáskoðararnar sum vunnu sær trý umráðandi stig.
07 Vestur - B68 3-2
31’ Tonni Thomsen (br.) 0-1
63’ Jóannis á Steig 1-1
65’ Tonni Thomsen (br.) 1-2
77’ Sjálvmál 2-2
85’ Eiler Fróðason 3-2
Støðan Betri deildin menn 2021
1. KÍ (3 stig)
2. HB (3 stig)
3. B36 (3 stig)
4. Víkingur (3 stig)
5. 07 Vestur (3 stig)*
6. EB/Streymur (1 stig)
7. ÍF (1 stig)
8. TB (0 stig)
9. NSÍ (0 stig)
10. B68 (0 stig)*
*Ein dyst fleiri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald